Landið brúkar 14,3 milliónir krónur um árið í fundapengum til 762 nevndarsessir í 145 nevndum
Javnan verður ljós kastað á almennar nevndarsamsýningar, og javnan hoyra vit politikarar siga, at nú skulu greiðar reglur gerast.
Í gjár visti Kringvarpið at siga, at formaður í nevndini í Landsbankanum fær 16.000 kr í samsýning um mánaðin, hóast lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum hevur mælt til, at hann skal fáa 10.000 krónur um mánaðin. Nevndin í Landsbankanum hevði annars ætlað, at hann skuldi fáa 24.000 krónur um mánaðin. Hóast hon gekk frá tí ætlanini, so gekk nýggja nevndin í Landsbankanum kortini ikki Fíggjarmálaráðnum á møti.
Tað er rættiliga ymiskt, hvussu nevndarlimir verða løntir í teium 145 almennu nevndunum og ráðunum. Fleiri eru fastlønt, meðan ein hópur fær fundarpengar.
– Nevndirnar eru rættiliga fjølbroyttar og hava rættiliga ymisk virkisøki. Nógvar nevndir og ráð hava týdning fyri rættarsamfelagið, tryggja sakligar og væl grundaðar avgerðir og holla ráðgeving, skrivar Løgmansskrivstovan á heimasíðuni.
Løgmansskrivstovan bólkar nevndirnar soleiðis:
• Kærunevndir (t.d. Kærunevndin í almanna- og heilsumálum)
• Óheftar nevndir, sum hava lógarheimild til at taka sjálvstøðug stig, eitt nú eftirlit (t.d. Høvuðsbarnaverndarnevndin)
• Umsóknarnevndir (t.d. Mentanargrunnur Landsins)
• Ráð, sum ikki taka fyrisitingarligar avgerðir, men sum geva øðrum myndugleika, ofta landsstýrismanni, ráð um, hvussu ein skal bera seg at í serstøkum sum almennum málum (t.d. Ráðið fyri brekað)
• Nevndir, sum fyrisita sjálvstøðuga, løgfrøðiliga eind, stovnsetta av tí almenna, privatum ella báðum í felag, eitt nú partafeløg (t. d. P/F Føroya Tele og Framtaksgrunnurin)
Rættiliga vanligt er, at nevndarlimir fáa fundarpening. Galdandi upphæddir eru hesar:
Fundir styttri enn 3 tímar: 540 kr
Millum 3 og 5 tímar: 1.080 kr
Longri enn 5 tímar: 1.620 kr
Nakrar niðurstøður og lyklatøl:
• 148 nevndir eru sambært dátugrunninum hjá Løgmansskrivstovuni (kirkjuráðini eru ikki tald við)
• 762 nevndarsessir eru sambært dátugrunninum
• Samsýningarnar í almennum partafeløgum eru munandi hægri enn í øðrum nevndum
• Vinnumálaráðið og Mentamálaráðið varða av flestu nevndarsessunum (UVMR:137 MMR: 170)
• Árligu føstu samsýningarnar eru 11,5 mió kr. (2013)
• Í 2013 vóru 2,8 mió. kr goldnar út í fundarsamsýningum/fundarpengum (gjøgnum skipanina hjá Gjaldstovuni)
• Nógv fleiri menn enn kvinnur sita í nevndarsessunum
• Fleiri kærunevndir eru, sum ikki eru knýttar til Føroya Kærustovn.
Tal av nevndum og nevndarsessum
Stjórnarráð | Nevndir | Nevndarsessir |
Løgmansskrivstovan | 8 | 52 |
Almannamálaráðið | 14 | 84 |
Fiskimálaráðið | 30 | 122 |
Fíggjarmálaráðið | 17 | 69 |
Heilsumálaráðið | 14 | 80 |
Mentamálaráðið | 23 | 134 |
Vinnumálaráðið | 39 | 202 |
Tils. | 145 | 743 |
Viðm.: Kirkjuráðini eru ikki tald við. Eitt kirkjuráð er í hvørjari av teimum 60 kirkjusóknunum. Tils. eru 366 kirkjuráðslimir.
Nevndarsløg: | Tal: |
Sjálvstøðugar nevndir | 40 |
Ráðgevandi nevndir | 35 |
Kærunevndir | 28 |
Óheftar nevndir | 27 |
Umsóknarnevndir | 15 |
Tils. | 145 |
Samsýningar:
Stjórnarráð: | Mðr. samsýningar: | Árliga: |
|
Løgmansskrivstovan | Kr. 10.000 | Kr. 120.000 |
|
Almannamálaráðið | Kr. 29.100 | Kr. 349.200 |
|
Fiskimálaráðið | Kr. 24.060 | Kr. 288.720 |
|
Fíggjarmálaráðið | Kr. 206.707 | Kr. 2.480.482 |
|
Heilsumálaráðið | Kr. 14.000 | Kr. 168.000 |
|
Mentamálaráðið | Kr. 64.310 | Kr. 771.718 |
|
Vinnumálaráðið | Kr. 610.450 | Kr. 7.325.400 |
|
Tils. | Kr. 958.627 | Kr. 11.503.519 |
Viðmerkjast skal, at hetta eru bert tær mánaðarligu samsýningarnar. Fundarpeningurin verður goldin við støði í tali av fundum og fundarlongd. Sambært tølum frá Føroya Gjaldstovu, vóru í 2013 goldnar 2.805.478 krónur út í fundarsamsýningum. Hetta er tað, sum er útgoldið gjøgnum skipanina hjá Gjaldstovuni.
Brúka vit 2013 sum grundarlag, kunnu vit siga, at fastar samsýningar og fundarsamsýningar árliga eru á leið 14,3 mió kr.
Yvirlit yvir allar nevndarlimir, í stavrað, nevndarheiti og samsýningar sæst VIÐ AT TRÝSTA HER