Almennar lønir skulu ikki hækka eina krónu

Tað er púra meiningsleyst at fólk í almennum starvi skulu krevja lønarhækking, samstundis sum vit ætla at taka frá øllum øðrum, sigur formaðurin í Fólkaflokkinum

- Tað liggur púra fast, at útreiðslurnar hjá landskassanum skulu ikki hækka eina krónu næsta ár.

Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, er ómetaliga harmur um, at fakfeløgini á almennu arbeiðsmarknaðinum tvíhalda um, at tey skulu hava eina lønarhækking upp á 3% í ár.

Í kreppupakkanum hjá samgonguni var tað ein partur, at almenn starvsfólk skulu frásiga sær lønarhækkingina, tey eiga at fáa tann 1. oktober eftir sáttmálanum.

Men nú hava tey boðað landsstýrismanninum í fíggjarmálum frá, at tað vilja tey ikki góðtaka.


Gongur ikki báðar vegir

Jørgen Niclasen staðfestir, at hetta setir ætlaða kreppupakkan hjá samgonguni í eina heilt nýggja støðu.

Hann sigur, at grundarlagið undir pakkanum er burturdottið, tí tað er bara talan um ein samlaðan pakka og talan kann sostatt ikki verða um ein hálvan pakka.

- Tað harmar meg, at tann samhaldsfasta ketan hjá fakfeløgunum glapp av í evstu løtu, eftir at tey í eina tíð hava verið við í konstruktivum samráðingum við landstýrismannin í fíggjarmálum, sigur formaðurin í Fólkaflokkinum.

Hann sigur, at grundarlagið undir kreppupakkanum var, at allir partar í samfelagnum skuldu bera sín part av byrðunum.

- Tí er tað ongin samanhangur í, at vit í Løgtinginum og landsstýrinum og øll onnur í almennum starvi, skulu krevja eina lønarhækking, samstundis sum vit skulu taka frá øllum øðrum pørtum í samfelagnum.

Hann vísir eisini á, at í sáttmálanum stendur, at broytast umstøðurnar í samfelagnum munandi, skal tað bera til at samráðast um lønirnar av nýggjum.

Jørgen Niclasen heldur, at hetta eigur at ganga báðar vegir.

- Fyri einum ári síðani, tá ið ætlanin var at hækka lønirnar, vóru fakfeløgini altráð eftir at samráðast við fíggjarmálaráðið. Men nú tað gongur hinvegin, er hurðin tíverri læst.


Samhaldsfasta ketan gloppin av

Hann staðfestir, at verður onki gjørt, verður hallið á fíggjarlógini næsta ár einar 900 milliónir krónur og tað ber ikki til.

- Tí er tað eitt krav, at rakstrarútreiðslurnar hjá tí almenna sleppa ikki hækka næsta ár.

Jørgen Niclasen sigur, tí er neyðugt at tálma útreiðslurnar, samstundis sum um at virksemisskapandi tiltøk verða sett í verk.

- Og í tí sambandi slepst ikki undan at senda borgarunum rokningar og vit síggja onga sum helst meining í, at almenn lønt skulu hækka teirra lønir, samstundis sum inntøkugrundarlagi hjá øðrum skal lækka.

- Tann samhaldsfasta ketan gleppur heilt av, tá ið vit í almennum starvi skulu hækka okkara lønir, samstundis sum vit eru til reiðar at lækka inntøkugrundarlagið hjá øllum øðrum bólkum í samfelagnum við lóg, leggur hann afturat.

Og formaðurin í Fólkaflokkin samanber kreppupakkan við ein eplasekk.

- Tað skal bara eitt rotið epli til at spilla allan sekkin og tað er onki sum eitur ein hálvur kreppupakki.

- Men tað ber rætt og slætt ikki til og tað er heldur ikki rímiligt móti øðrum samfelagsbólkum, at útreiðslurnar til almennar lønir hækka næsta ár.


Ymsir møguleikar

Kortini vil hann ikki siga, at samgongan nú má byrja samráðingarnar um kreppupakkan av nýggjum.

- Nú vísir tað seg, at ein partur av kreppupakkanum verður ikki, sum vit høvdu ætlað. Tí má fyrsta stigið vera at landsstýrismaðurin kemur til samgonguna við uppskoti um, hvussu akkurát hesin ítøkiligi parturin av kreppupakkanum kann loysast.

- Men finst ongin loysn á hesum trupulleikanum, fer kreppupakkin at detta sundur, men tað trúgvi eg onki upp á.

- Men nú hevur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum tvíhildið um, at hann fer ikki at leggja uppskot fyri Løgtingið um at strika lønarhækkingina við lóg?

- Tað kann so bara merkja, at hann hevur okkurt annað uppskot um, hvussu trupulleikin skal loysast og tað gleða vit okkum til at frætta um.

Men Jørgen Niclasen sigur, at ein møguleiki er at gera greitt, at øll tiltøk, sum verða sett í verk ímóti øllum borgarum, verða gjørd við lóg, eisini mótvegis teimum almennu løntu.

Hann ásannar, at hetta verður kanska ringt at svølgja hjá summum.

Hinvegin staðfestir, at Løgtingið hevur fyrr lagt seg út í lønarspurningar undir serligum umstøðum.

Men ein annars møguleiki er rætt og slætt at gera greitt fyri øllum pørtum, at játtanin til almennar lønir fer ikki at hækka næsta ár.

- Tey almennu fakfeløgini vilja ikki vera við í eini samhaldsfastari løn og tí mugu tey so bara góðtaka, at vit seta nýtsluna eftir inntøkuni.

Hin møguleikin er at lata vera við at minka hallið, men tað er ikki ein møguleiki í hugaheiminum hjá Jørgen Niclasen.