Bara í 2014 ger tað almenna íløgur fyri omanfyri eina milliard. Millum stóru íløgurnar eru verkæltanir hjá SEV fyri 379 milliónir. Ein av íløgunum er vindmyllur í Húsahaga á 100 milliónir krónir í 2014.
Haraftrat kemur tann nýggi bygningurin hjá Landsjúkrahúsinum, sum fer at kosta 489 milliónir krónur og Skúladepilin í Marknagili fer at kosta í alt 515 milliónir yvir fimm ár.
Eysturoyartunnulin, sum skal byggjast í 2018 verður mettur at kosta millum 1,2 og 1,5 milliardir og Sandoyartunnilin somuleiðis upp í móti einari milliard.
Samstundis er nógv virksemi millum privatu vinnulísfólkini. Bakkafrost, sum hevði eitt yvirskot á 727 milliónir í 2013 ger íløgur fyri 1,1 milliard yvir 5 ár og Pelagos byggir eitt virki fyri 200 milliónir í Fuglafirði.










