Men øðrvísi er hjá tí almenna, nú lærarafelag og starvsmannafelag hava lagt støðið til null-loysnir framyvir. Tað er ringt at skilja tað, sum fakfeløgini siga. Forkvinnan í Starvsmannafelagnum roynir at forklára okkurt, sum er sera ringt at skilja, uttan tað, at Starvsmannafelagið hevur totalt kapitulerað. Tey tosa um ikki at samantvinna skatt og løn... Hvat merkir tað? Er tað ikki ein síðu av somu søk?
Flatskatturin er komin fyri at vera. Tað kann gott vera, at Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi lova at bakka aftur, koma teir til valdið. Men tað man vera ein ynskidreymur. Í so máta er Fólkaflokkurin nógv sterkari enn Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi. Tá Fólkaflokkurin hevur gjøgnumført eina ójavna skattaumlegging, so verður hon verðandi. Tað vísir søgan.
Hóast tað ikki ber til flokka fakfelagslimir í ávísar politiskar flokkar, so er eyðsæð, at borgarligu flokkarnir helst hava eins nógvar stuðlar millum fakfelagslimir, sum vinstraflokkarnir. Um so var, so høvdu limirnir tikið undir við tiltøkunum fyri jól, sum onga ávirkan høvdu...