Almenna umsitingin skerjast við 20 prosentum

Lógaruppskotið um at skerja fiskidagaskipanina við 20 prosentum er langt úti og hevur als ikki tikið hædd fyri avleiðingum. Møguliga kann ein skerjing í tí almennu fyrisitingini á 20 prosent undirstrika avleiðingarnar

Nógv hevur verið frammi um, at fiskidagaskipanin skal skerjast við 20%. Tað er sera lætt hjá nøkrum serfrøðingum at koma fram til eina so harða niðurstøðu, men havast skal í huga, at her verður einans tikið fyrilit fyri teimum teoretisku sjónvarmiðunum. Tað er so sín søk. Men at landstýrismaðurin í fiskimálum, Tórbjørn Jacobsen, ikki dugur at síggja hesar álvarsomu fylgjur, ið Klaksvíkin, Skálafjørðurin og útjaðrarin annars fer í gjøgnum, tað er ótrúliga snævurskygt. Uppskotið um at skerja fiskidagarnar er fullkomiliga oyðileggjandi fyri størsta partin av Føroyum.

Tað er ein sannroynd, at akademiskir havnarmenn ikki fara at merkja nógv til hendan niðurskurð, og tískil merkir tað ikki nógv fyri teir, at lógin verður broytt. Fleiri av sitandi samgongu hugsa ikki um Føroyar sum eitt land, men heldur um Tórshavn sum eitt land.

Hevði uppskotið verið at skert almennu umsitingina við 20%, samstundis sum fiskiflotin verður minkaður, so høvdu øll komi at merkt somu avleiðingar av stóra niðurskurðinum, og samstundis kundi landið spara eina rúgvu av pengum í dagligum rakstri.