Almenna meirnýtslan skal burtur

Almennir stovnar brúktu í fjør 130 milliónir krónur meiri, enn teir høvdu fingið játtað á fíggjarlógini -Meirnýtslan skal fáast burtur, so vit koma aftur á beint, sigur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Karsten Hansen, nú ein uppgerð vísir, at almennir stovnar brúktu 130 milliónir krónur meiri enn játtanina í fjør.

Uppgerðin vísir, at nakrir stovnar brúktu minni, enn teir fingu játtað, so netto er meirnýtslan stívliga 100 milliónir krónur.

Karsten Hansen sigur við Kringvarpið, at tølini eru tekin um, at fíggjarstýringin hevur ikki verið nóg neyv.