Almenna hallið var 452 milliónir í fjør

Tilsamans var hallið hjá tí almenna 452 miljónir í fjør. Tað eru118 miljónir minni enn hallið í 2009, hevur hagstovan nú gjørt upp.

Inntøkurnar hjá tí almenna øktust 190 miljónir í 2010 og útreiðslurnar øktust 73 miljónir.

Økingin í útreiðslum stavar mestsum øll frá øktum útgjøldum hjá sosialu grunnunum, ALS, AMELG, eisini nevndir Samhaldsfasta, og Barsilsgrunninum.

Tað almenna hevur nú havt hall í trý ár á rað, og alt bendir á at tað almenna eisini verður rikið við halli í 2011.

Meginparturin av hallinum í 2010 stavaði frá landinum og ein minni partur frá sosialu grunnunum.

Kommunurnar høvdu harafturímóti eitt lítið avlop í 2010.

Myndin vísur samanløgdu inntøkurnar hjá tí almenna, rakstrarútreiðslurnar og samanløgdu útreiðslurnar.

Munurin millum samanløgdu útreiðslurnar og rakstrarútreiðslurnar eru útreiðslur til íløgur.

Groft sagt, so stavar vøksturin í íløgum frá kommununum, meðan landið átti meginpartin av vøkstrinum í rakstrarútreiðslum.?At útreiðslurnar samanlagt halda heilt uppat at veksa í 2009 og 2010 kemur í høvuðheitum av at íløgurnar hjá kommununum minka niður í eina helvt frá 2008 til 2010.