Finnbogi Ísakson
????
Tað hava verið so nógvar broytingar innan tað almenna tey seinastu 10 árini. Í flestu førum til tað betra, tykir mær. Hóast almenna umsitingin ella fyri-sitingin, sum varð skipað eftir tí leisti, sum Finn Normann Christensen skeyt upp, er í dýrara lagi, eiga vit at ásanna, at hon hevur verið virkin og hevur givið samfelagnum rættiliga nógv.
Tað hjálpir ikki til alla tíðina at siga, at fyrisitingin er so dýr. Vit noyðast at hugsa um, at vit skula hava eina góða fyrisiting, sum bæði gagnar borgaranum og eisini er ein fyrisiting, sum gagnar Løgtinginum. Skula vit hava eitt løgting, noyðast vit eisini at hava eina ráðgeving, sum Løgtingið kann líta á.
Nú ætlar Landsstýrið so at leggja fleiri stovnar saman. Landsbankan og Hagstovuna. Landsbankan, sum umframt annað eisini hevur ta uppgávu at gera óvilduga meting av fíggjar- og búskaparstøðu landsins. Hagstovuna, sum umframt at savna saman tøl, hevur ta uppgávu at vera ráðgevandi fyri Búskaparráðið, sum eisini skal gera eina aðra óhefta meting av landsins fíggjar- og búskaparstøðu.
Eg haldi ikki, at hendan samanblandingin er góð. Tað hevði verið betur, at stovnarnir vórðu verandi hvør sær. Helst skuldi tann fysiska fráveran verið gjørd størri heldur enn minni. Td kundi ein av stovnunum verið fluttur til Kollafjarðar heldur enn út á Argir.
Fyri mær er ongin ivi um, at tann sterka fyrisitingin, vit hava havt hesi seinastu 6-8 árini, hevur gagnað samfelagnum sum heild. Við at hava betri møguleikar at meta um tørvin hjá tí einstaka hevur hon gagnað hvørjum einasta borgara, og hon hevur eisini gagnað Løg-tinginum í stóran mun. Tað er vert at hava í huga, at Løgtingið - við sínum avmarkaða myndugleika - ger lógir fyri okkum øll at liva eftir.
Ein broyting, sum hendi eftir krakkið í 92-93, var, at eftirlitið við almennari nýtslu av pengum varð betri. Vit fingu eina nógv betri landsgrannskoðan við nýggjari lóggávu at arbeiða eftir, eina nógv betri fyrisiting, eina Landsstýrismálanevnd við eftirliti við fyrisitingini og ein Løgtingsins Umboðsmann, eisini at hava eftirlit við umsitingini. Frammanundan høvdu vit fingið ein Landsbanka, sum var farin undir fíggjar- og búskaparligar metingar av landsins støðu. Eitt føroyskt Búskaparráð, sum eisini gjørdi slíka meting.
Sum heild má sigast, at eftirlitsskipanirnar í samfelagnum eru vorðnar nógv betri, samstundis sum fyrisitingin sum heild er vorðin nógv betri. Dugnaskapurin var stórur, tá Jóhan Djurhuus, Jens Pauli Ellendersen, Gunnar Gunnarsson og Esbern Zachariassen løgdu lunnar undir eina føroyska fyrisiting fyri meira enn 50 árum síðani. Men tað er ein sannroynd, at politiski viljin til at byggja út Heimastýrisskipanina vaks teimum upp um høvdið, og talið á starvsfólkum, serliga við góðum førleika, samsvaraði sum frá leið ikki við henda politiska viljan. Tí gjørdist ov strævið hjá teimum at fylgja við. Politiska skipanina ásannaði ikki tørvin á fleiri starvsfólkum, eisini teimum við góðum førleika.
Nú verður nortið við ta fyri-sitingarligu skipanina. Tað er møguligt, at okkurt eigur at verða gjørt. Td tykir mær, at tað gekk dekan og skjótt at stovna nýggj ráð við nýggjum leiðar-um og starvsfólki tey árini, tá konjunkturarnir gingu uppeftir. Men tað eigur eisini at verða havt í huga, at eitt nú seks ráð, sum eru undirmannað, eru upp-aftur verri enn eitt ráð, sum er undirmannað.
Her eigur at verða farið varliga fram.









