Almenn viðmerking um Búskapargrunnin

Leygardagin sigur løgmaður sambært Dimmalætting, at uppskotið til Búskapargrunn er ikki hálvliðugt. Hann fýlist á, at uppskotið varð lagt fram fyri allar tingmenn og fyri almenningin hósdagin 9. august.

 

Hetta eru úttalililsi frá løgmanni, sum eg ikki vil hava sitandi á mær. Tey ganga beint ímóti greiðum politiskum avtalum.

Tí er neyðugt at sláa fast, hvussu gongdin hevur verið í hesum máli, og hvørjar avtalur eru gjørdar.

Eisini skal beinanvegin verða afturvíst tað, ið stóð í grein í Dimmalætting um, at eg skal hava skotið upp at privatisera fyri stórar upphæddir til Búskapargrunnin. Eg havi ikki mælt til privatiseringar, og tíðindini byggja helst á eina misskiljing frá álitinum, sum búskaparfrøðingar hava skrivað um Búskapargrunnin. Har verður sagt, at um almennar ognir verða privatiseraðar eins og gjørt er í okkara grannalondum, so er talan um upphæddir upp til 5 mia. krónur. Men onki uppskot um privatisering liggur í mínum uppskoti til Búskapargrunn.

 

Uppskotið hevur fingið tvey ára viðgerð

 

Onki uppskot hevur í mínari tíð fingið so drúgva viðgerð í samgongu og í landsstýri sum Búskapargrunnur Føroya:

 

 

 

1. Búskapargrunnurin varð skotin upp í Hvítubók sum eitt tað týdningarmesta amboðið til ein sjálvberandi, føroyskan búskap. Har varð nágreiniliga lýst, hvussu hesin grunnur kundi virka og gerast eitt varandi amboð til at tryggja ognirnar hjá Føroya fólki ? nú og hjá komandi ættarliðum.

 

 

 

2. Stutt eftir at Hvítabók varð almannakunngjørd á heysti í 1999, settu landsstýrismenninir í sjálvstýrismálum og fíggjarmálum í felag ein bólk at gera eitt ítøkiligt álit og eitt uppskot til lóg fyri grunnin. Bólkurin kannaði skipanir kring heimin, og fólk frá bólkinum vóru millum annað á kanningarferð í Noregi, har norska skipanin varð kannað nágreiniliga.

 

 

 

3. Í november í fjør varð álit liðugt, sum landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum kunnaði landsstýrið um.

 

 

 

4. Í februar í ár varð tað ítøkiliga lógaruppskotið lagt fyri landsstýrið og síðani av løgmanni sent øllum samgongulimum til ummælis. Ongin viðmerking varð gjørd.

 

 

 

5. Í uppskotinum til fólkaatkvøðu og í tí seinna uppskotinum til sjálvstýri Føroya fólks er nágreiniliga ásett, hvussu Búskapargrunnurin skal virka.

 

 

 

6. Uppskotið kundi verðið lagt fyri tingið áðrenn seinasta tingseta endaði, men landsstýrismenninir í sjálvstýrismálum og fíggjarmálum mæltu til, at uppskotið fyrst varð lagt fyri alt tingið á kunnandi fundi og at roynt varð at fáa eina semju við andstøðuflokkarnar eisini.

 

 

 

7. Í summar varð lógaruppskotið enn einaferð av løgmanni sent øllum samgongulimum til ummælis ? og eingin viðmerking kom frá nøkrum flokki.

 

 

 

8. Á landsstýrisfundi 23. juli 2001 var semja um, at lógaruppskotið skuldi fyri tingið sum skjótast, meðan ein nevnd varð sett at viðgera útgjaldsspurningin, sum skal ásetast í seinni lóg. Hartil var semja um, at uppskotið skuldi leggjast fram fyri alt tingið og almenningin beint eftir ólavsøku. Tað varð gjørt hósdagin 9. august ? og sama morgun harmaðist løgmaður um mótvegis mær, at hann ikki fekk stundir at vera við á fundinum.

 

 

 

Sostatt er tað ikki í samsvari við gjørdar avtalur, at løgmaður sambært Dimmalætting tosar um »eitt hálvliðugt uppskot«. Tað er heldur ikki rætt at finnast at tí, at uppskotið varð lagt fram fyri allar tingmenn, tí hetta er sambært greiðari avtalu í landsstýrinum.

 

Tað er beint ímóti greiðum avtalum og løgtingssamtyktini um sjálvstýri Føroya fólks, at løgmaður nú krevur útgjaldspartin við í uppskotið. Eitt krav, ið ger tað trupult at finna breiða semju um Búskapargrunnin.

 

Eg eri harmur av úttalilsum løgmans í hesum máli, sum so nógv orka er løgd í at fyrireika og fremja. Mær vitandi hevur onki mál í hesum valskeiði fingið neyvari viðgerð.

 

Eg eri keddur av, at løgmaður ógrundað átalar meg gjøgnum fjølmiðlarnar ? uttan at siga mær frá, hví hann dregur í land sambært gjørdar avtalur.

 

Møguleikar skuldu annars í løtuni verið, sum løgmaður eisini tosar um, at fingið breiðar semjur í Løgtinginum.

 

Tað er ørkymlandi, at løgmaður átalar meg fyri at gera sambært avtalum. Hann átalar ikki alment landsstýrismenn í sínum egna flokki, sum ferð eftir ferð hava brotið allar vanligar siðvenjur í politiskum arbeiði.

 

Síðan samgongan varð skipað hevur málgagn fólkafloksins, við formanni floksins sum blaðstjórða, viðgjørt meg og mín flokk á tingi á ein sera negativan hátt.

 

Eg haldi meg vita, at løgmaður er ósamdur í hesi skriving, ið bert tykist forða fyri at setningur samgongurnar verður framdur, tó hevur hann ongantíð alment átalað henni.

 

Áheitan mín skal vera, lat okkum rudda hesar misskiljingar av vegnum og halda fram við tí, eftir mínari meting, sera góða samstarvi, ið hevur verið okkara millum í hesum skeiði.

 

 

 

 

 

Argir, 14. august 2001