Heidi Petersen,
løgtingskvinna
Framsøgukvinna í vinnumálum Tjóðveldisfloksins
Tjóðveldisflokkurin vil hervið alment ávara ímóti eini óskipaðari sølu av almennum ognum.
Tjóðveldisflokkurin vil staðiliga minna á at søla av almennum ognum skal fara fram við gjøgnumskygni og opinleika sum grundarlagi. Hetta fyri at tryggja, at almennu Føroyar fáa sum mest fyri ognir landsins, men eisini fyri at tryggja at ivi ikki skal kunna sáast mótvegis keyparanum og almenninginum um reellan framferðarhátt og prís.
Eisini verður mælt til at søla av almennum ognum verður alment lýst, so hon gerst atkomulig hjá øllum møguligum keyparum, og heldur Tjóðveldisflokkurin, at hetta hóskandi kann gerast um tann almenna partabrævamarknaðin.
Ásannandi at drál og politiskt initiativloysi bert eru viðvirkandi til at føroysk vinnuvirki ikki hava eins góðar menningarmøguleikar og kappingarneytarnir, eigur gongd sum skjótast at fáast á sølurnar av almennum ognum, har ein raðfesting av hvørjar fyritøkur skulu seljast verður gjørd, og ein tíðarkarmur av sølunum skal lýsast.