Almenn uppílegging

Tað almenna skal síggja til, at vit hava havnir, sum eru so stórar og tryggar, at tað ber til hjá skipum at koma til og frá. Fyri tað, sum lagt er út til hesar havnir, skal nýtslugjald takast, so tey, sum hava hug til at seta framleiðslufaktorar inn í flutningsvinnuna, gjalda kostprís fyri tað sum er lagt út, og tí ikki fáa studning frá skattgjaldarunum. Harvið sleppa tey framat, sum duga nóg væl í kappingini

Allar royndir vísa, at tað almenna hevur nógv týdningarmikið at taka sær av, men at rakstur av fyritøkum ikki er nakað, sum politikarar duga til. Hetta vóru okkara royndir av kongliga monopolhandlinum, og einki er batnað síðani.

Eru vit fyrst komin inn á studningsglíðibreytina, er ringt at støðga aftur. Tá vit hava veitt tær fyrstu sjúti milliónirnar, hví skulu vit so ikki játta ta næstu? Men vit skulu minnast til, at hvør tann einasta króna verður tikin frá skattgjaldarunum og hevði kunnað gjørt gagn aðrastaðni í samfelagnum.