Almenn umbering til Shevchenko

Enska blaðið Daily Mirror skrivaði í februar mánaði, at Shevchenko als ikki treivst í felagnum. Og eisini varð spælarin endurgivin fyri at siga, at hann og venjarin ikki sótu væl um sátt.

- Vit skrivaðu, at Andriy Shevchenko hevði gjørt samrøðu við týska www.sport.ard.de, har hann greiddi frá ónøgd síni um venjara sín, Jose Mourinho. Og at hann har segði seg hava spælt fyri fleiri betri venjarar, og at hann fegin vildi sloppið úr felagnum í janar.

- Nú vit hava kannað málið nærra, eru vit komin eftir, at hetta er ósatt, og at Andriy Shevchenko als ikki hevur gjørt samøðu við týsku heimasíðuna, skrivar Daily Mirror.