Beint fyri jól kom Debess Blues Station á marknaðin við sínaru fyrstu føgu. Tað eru teir báðir Uni R. Debess og Edvard Nyholm Debess, sum saman við slagverksspælaranum Rúna W. Højgaard spæla á hesi føguni.
Nú fer Debess Blues Station at hava almenna útgávukonsert. Hon verður í Perluni 19 mars og har fara fleiri onnur, forvitnislig nøvn í føroyskum tónleiki fara at luttaka.
Debess Blues Station siga, at í samband við konsert fara tey eisini at almannakunngera eina útgáva afturat,
eins og har verða nýggj løg at hoyra á sjálvari konsertini.