Løgtingsins Umboðsmaður hevur í gjár latið út eina ársfrágreiðing fyri 2012, og Sólja í Ólavstovu ger nú greitt, at almenn starvsfólk kunnu og kanska mugu luttaka í samfelagskjakinum.
Umboðsmaðurin hevur í ár valt at skriva eitt um eitt aktuelt evni í ársfrágreiðingini. Undir heitinum Talufrælsi, tagnarskylda og loyalitetur viðger Umboðsmaðurin hvat starvsfólk í almennum starvi hava loyvi til at siga alment.
- Almenn starvsfólk hava sama talufrælsi sum allir aðrir borgarar, og tey kunnu taka lut í almennum orðaskiftum og koma við sínum persónligu sjónarmiðum. Hetta er eisini galdandi fyri viðurskifti innan fyri egið arbeiðsøki, sigur Løgtingsins Umboðsmaður í ársfrágreiðingini fyri 2012.
Hoyr samrøðu við Sólju í Ólavstovu her.










