Almennir stjórar eru ikki serliga jólaligir.
Í hvussu so er, eru teir rættiliga pírnir, tá ið tað kemur til at lata starvsfólkum síðnum jólagávur. Tað staðfestir Kaj Leo Johannesen, løgmaður eftir at Bill Justinussen, løgtingsmaður, hevur spurt hann, hvussu er vorðið við jólagávum til almenn starvsfólk.
Sjálvur heldur løgtingsmaðurin, at tað er órímiligt, at almenn starvsfólk skulu fáa jólagávur uppá skattgjaldarans rokning afturat temum fyrimunum tey hava við at vera almenn starvsfólk.
Og tað skilst á løgmanni, at Bill Justinussen hevur onga orsøk at ganga við ampa av hesum á jólum.
Løgmaður sigur, at ongin uppgerð er, sum vísir, hvussu nógvir almennir stovnar lata starvsfólki sínum jólagávur og tað eru heldur ongar ávísar leiðreglur um hetta.
Men ein kanning hjá Landsgrannskoðararnum í 2007 vísir, at 32 stovnsleiðarar lótu starvsfólkinum jólagávur og 56 gjørdu tað ikki.
Men útreiðslurnar til jólagávur hava eisini verið sera avmarkaðar. Sjálvur hevur løgmaður spurt stjórnaráðini hvussu er við jólagávum. Tey hava svarað, at jólagávurnar eru lítlar og nógv stjórnarráð lata starvsfólki føroyskar bøkur í jólagávu.