Eitt fyrstuhjálparskeið kann vísa seg at vera tað mest umráðandi skeiðið tú nakrantíð hevur tikið. Í eini neyðstøðu kann tað merkja munin millum lív og deyða.
Reyði Krossur heldur tí, at øll eiga at duga fyrstuhjálp.
Mælt verður til at dagføra skeiðið 2. hvørt ár, og fáa fyrstuhjálparkundar hjá Reyða Krossi bjóðað 20% í avsláttri, um skeiðið verður endurnýggjað. Avlopið frá fyrstuhjálparskeiðnum verður brúkt til hjálpararbeiðið hjá Reyða Krossi bæði í Føroyum og kring heimin.
- Víðkað skeið í fyrstuhjálp (12 tímar) 10.-12. oktober kl. 17:00 - 21:00.
- Fyrstahjálp í ferðsluni (8 tímar) 10. og 17. oktober kl. 17.00 - 21:00.
- Fyrstahjálp við AED (4 tímar) 10. oktober kl. 17:00 – 21:00.
Undirvísingin fer fram í Stiðjagøtu 6, Tórshavn. Les meir um innihald, prís og annað á https://redcross.fo/fyrstahjalp/
Tekna teg á heimasíðuni ella á fyrstahjalp@redcross.fo