Almenn setan av mentanarviku í Fuglafirði

Mánakvøldið klokkan 19 verður almenna setanin av mentanardøgunum í Fuglafirði í Mentanarhúsinum.

Mánakvøldið klokkan 19 - tað er í annaðkvøld - verður almenna setanin av mentanardøgunum í Fuglafirði í Mentanarhúsinum.

 

Tað verður borgarstjórin í Fuglafjarðar kommunu, Sonni á Horni, sum fer at seta dagarnar. Eisini fara Fuglafjarðar Hornorkestur og Fuglafjarðar Sangkór at seta sín serliga dám á setanina.

 

Hetta mánakvøldið hava eitt nú søvnini í Fuglafirði serligar upplatingartíðir.

 

- Hervið eru góðir møguleikar at spáka sær ein túr í nýggja og sera snøgga umhvørvinum i "miðbýnum" í Fuglafirði. Høvið verður soleiðis at vitja søvnini og at fáa sær eitt hugnaligt prát við fólk, sigur samskiparin av mentanardøgunum, Hergeir Eldevig.

 

Meira um mentanarvikuna í Fuglafirði kann lesast á http://www.facebook.com/mentanifuglafirdi/events