Almenn sakligheit

“Gev keisaranum tað, ið keisarans er, og gudi tað, ið guds er”, stendur í bíbliuni. Vit eru uppvand til at akta og virða myndugleikarnar, betala skatt og gera sum fyriskrivað er. Og myndugleikarnir gera eisini ymist fyri at styðja upp undir tign og virðing. Summir mynduleikapersónar hava uniform, dómarar eru í kápu, og prestarnir í kjóla, og tað virkar kanska meira skemtiligt enn tignarligt. Eisini brøv, sum myndugleikar senda borgarum, eru álvarsom og saklig. Vit fáa greitt at vita, hvat myndugleikin vil. Kølig sakligheit er eitt myndugleikaeyðkenni. Tað kann tí tykjast løgið, at vit nú síggja bilar koyra runt í Føroyum við merkiligum boðskapum framman og aftan: snoddi, putti, bravo, barba, dølli osfr. Ein nummarpláta er eitt álvarsamt skjal, sum skal prógva, at hesin bilurin hevur rætt til at koyra á vegunum. Tí virkar tað ófrívilliga komiskt og óneyðuga skemmandi fyri myndugleikan, tá ið nummarplátur við barnsligum páfundum singla runt í býnum. Tað verður fortalt um ein mann, sum var so góður við konu sína, at hann kallaði hana “fittasta kona í verðini”. Tey fóru einaferð til Svøríkis at ferðast við bili. Tey nutu ferðina við Norrønu til Bergens og komu væl um Hardangervidda og inn í Svøríki. Men ikki vóru tey meira enn komin um markið, tá ið maðurin varnaðist ein merkiligan áhuga fyri bilinum. Svenskarar brosaðu og høvdu hug at klappa og kína bilinum. Føroyingurin var heilt ovfarin av tí svenska blíðskapinum. Og forkláringina fekk hann, tá ið onkur blíðskortaður svenskari peikaði honum á nummarplátuna. FITTA stóð har við stórum stavum. Best er, at myndugleikarnir gevast við at útskriva nummarplátur við ósakligum innihaldi.(MT)