Almenn revsiábyrgd skal staðfestast

Landsstýrið vil tryggja, at eisini almennir arbeiðsgevarar verða revsaðir, tá teir bróta lógina. Tað almenna má ganga undan tá tað snýr seg um rættartrygdina, staðfestir landsstýrismaðurin í lógarmálum.

-Hatta fara vit at hyggja eftir beinanvegin. Vit skulu hava eina klokkuklára staðfesting av hvør ið hevur ábyrgdina av at lógirnar verða hildnar - eisini innan almennar stovnar.

Soleiðis ljóða greiðu boðini frá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, eftir at Sosialurin leygardagin staðfesti, at almennir og privatir arbeiðsgevarar ikki eru líka fyri lógini, tá til stykkis kemur.

Støðan er tann, at fútin fær einki gjørt við almennar stovnar, sum bróta lógina, tí hann fær ikki staðfest revsiábyrgdina.

Arbeiðseftirlitið fekk í fjør fimm mál sendandi aftur frá fútanum, við tí stempli, at fútin ikki fekk ábyrgda ein almennan stovn. Sambært Jens Severinsen, virkandi fúta, er trupulleikin við lógini um arbeiðaravernd helst galdandi fyri "eina ørgrynnu" av øðrum lógum - eitt nú lógum, sum Brunaumsjónin og Heilsufrøðiliga Starvsstovnan eru sett at umsita.


Skuldu gingið undan

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í lógarmálum, sigur, at tað kann slett ikki góðtakast, at almennir stovnar sleppa undan lógini.

-Tað er ein stórur trupulleiki, um tú ikki kanst staðfesta ábyrgdina. Hetta er nakað, sum vit mugu gera nakað við beinanvegin. Almennir stovnar mugu ganga undan, tá tað snýr seg um rættartrygd og at áseta greiðar linjur fyri ábyrgd, sigur Høgni Hoydal.


Má kannast

Sambært virkandi fútanum eru tvær orsøkir til, at politiið einki fær gjørt við almennar stovnar, sum bróta lógina.

Revsilógin, sum er galdandi í Føroyum er ongantíð dagførd við ta donsku, sum staðfestir revsiábyrgdina hjá almennum stovnum. Harafturat vanta tær einstøku føroysku lógirnar í mongum førum eisini eina slíka staðfesting.

-Tað er møguligt, at her er okkurt sum má setast í verk. Men tað fái eg ikki sagt nakað ítøkiligt um, fyrr enn eg havi tosað við fakfólk um málið, sigur Høgni Hoydal.


Vanligt seinføri

Landsstýrismaðurin sigur, at hann vil kanna, hví ásetingin í donsku revsilógini, sum staðfestir, hvør ið skal ábyrgdast á almennum stovnum enn ikki er komin við í føroysku revsilógina. Hann vísir tó á, at tað er ein generellur trupulleiki, at tað tekur ov langa tíð, at dagføra ríkislógir.