Boðið eru nógv hægri enn mett av fyrstan tíð

Landsstýrið hevur fingið boð upp á almenn partabrøv. Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum sigur, at tilmælið er, at tey skulu taka av

Í fjør setti landsstýrið sjøtil á eina tilgongd at selja partabrøvini hjá Landsstýrinum í íløgufelagnum Tjaldur. Talan er um 2,8 prosent av partabrøvunum og tá varð víst á, at tey vóru verd sjey milliónir krónur

 

Ruth Vang sigur, at tað var tað bókførda virðið. Men ráðgevarafyritøkan, sum skuldi standa fyri søluni, metti kortini, at tey kundu seljast fyri onkustaðni ímillum 18,2 og 23,1 millión.

 

Men nú hevur Ruth Vang greitt Løgtinginum frá, at tey hava fingið fleiri tilboð upp á partabrøvini og at tað hægsta boðið er upp á 16,1 millión. Tað er sostatt lægri enn metingin hjá ráðgevaranum, men kortini væl hægri enn virðið, sum upprunaliga varð ásett.

 

Hon sigur, at ráðgevarin hevur mælt Landsstýrinum til at taka av, tí hann heldur, at samanumtikið er hetta er eitt gott boð.

 

Hon sigur, at sølan verður ikki avgreidd fyrr enn Løgtingið hevur samtykt at hon kann avgreiðast.