Almenn partabrøv og skattalætti

Kaj Leo Johannesen
Sambandsflokkurin

Sambandsflokkurin tekur ikki undir við uppskotinum hjá Óla Breckmann um at spurningurin um, hvørji partabrøv tú eigur, skal verða avgerandi fyri skattarokningina


Tingmenn Miðfloksins hava í eini blaðgrein gjørt viðmerkingar til fyrispurningin hjá Óla Breckmann, sum skjýtur upp, at landsstýrið við lóg skal tryggja øllum føroyskum skattgjaldarum møguleikan at keypa partabrøv við skattafrádrátti ístaðin fyri at gjalda fullan skatt.
Miðflokkurin sigur, at Óli Breckmann kann rokna við stuðli frá samgonguflokkunum, millum annað tí at »hugsjónaliga man Sambandsflokkurin liggja á somu linju«.
Eg skal í tí sambandi boða frá, at tað er Sambandsfloksins áskoðan, at allar vinnufyritøkur og grunnar, sum virka undir vanligum marknaðartreytum eiga at verða einskildar, men at øll almenn partabrøv skulu verða seld á einum fríum marknaði, har øll skulu hava sama møguleika at keypa. Talan skal vera um keyp og sølu, og ikki um skattasnildir.
Tað eru ikki nógvir mánaðir síðani sami tingmaður skeyt upp at geva fólki skattalætta, um tey búðu í ávísum plássum í landinum, og nú er tað spurningurin um, hvørji partabrøv tú eigur, sum skal vera avgerandi fyri skattarokningina.
Tað kann ikki vera rætt, at uppskot um at broyta skattagrundarlagið hjá føroyingum skulu verða løgd fyri Føroya løgting, alt eftir hvønn tingmenn seinast hevur tosað við.
kaj@farex.com