Almenn og privat kunnu samstarva um at spara pengar

Vil Løgtingið ikki játta pengarnar, kann tað vera ein gongd leið at fara í samstarv við privatu vinnuna. Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

 

Bjørt Samuelsen, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi hevur spurt hann, um nøkur ætlan er løgd fyri at bjálva almennar bygningar fyri at spara olju – og sostatt eisini fyri at minka um útlátið av skaðiligum evnum.

 

Summir bygningar hjá landinum eru í so ringum standi, at teir brúka nógv meiri olju, enn teir høvdu brúkt, vóru teir væl bjálvaðir, sigur hon. Hon heldur, at tað kundi verið eitt gott arbeiðsskapandi tiltak at byrja við einum slíkum arbeiði í økjum í landinum, har tað ikki er so nógv virksemi frammanundan.

 

Hon heldur, at er Løgtingið ikki sinnað at seta neyðugu pengarnar av, kann ein gongd leið vera at fara í samstarv við privatar fyritøkur um at bjálva bygningarnar. Tann privata fyritøkan rindar so fyri arbeiðið, men upphæddin, Landið so sparir í olju, verður so býttur ímillum landskassan og privata virkið í eini 10 – 20 ár.

 

Løgmaður sigur, at ongar slíkar ætlanir eru, men hann er samdur í, at eitt samstarv ímillum Landið og privatu fyritøkuna, sum hevur bjálvað bygningin. Og hann sigur eisini, at hann veit, at áhugi er til staðar hjá privatum fyritøkum at vera við í eini slíkum samstarvi.

 

Hann sigur, at verður ein bygningur bjálvaður eftir nútíðarkrøvum, hevði hann spart íløguna inn aftur upp á eini 10 – 15 ár í minni oljunýtslu.