Almenn móttøka á nýggja Tjóðsavninum

Søvn Landsins eru farin í søguna, og Tjóðsavnið vorðið sjálvstøðugur stovnur.

Tjóðsavnið er navnið á nýggja stovninum, sum savnar, skrásetir, granskar og miðlar vitan um føroyska náttúru, mentan og søgu.

 


Í sambandið við at Søvn Landsins eru farin í søguna, er Tjóðsavnið vorðið sjálvstøðugur stovnur við egnum navni, samleika og endamáli. Í hesum sambandi verður almenn móttøka á Tjóðsavninum hósdagin 15. mars kl. 10.00 í framsýningarhølunum í Brekkutúni 6 í Hoyvík.

 


Greitt verður millum annað frá spennandi framtíðarætlanum hjá Tjóðsavninum, nýggjari heimasíðu og grafiskum samleika. Harumframt verða forkunnugir lutir, sum eru komnir undan kavi í grevstrinum á Velbastað, sýndir fram fyrstu ferð nakrantíð.

Landsstýriskvinnan í mentamálum heldur røðu.