Í dag klokkan 16.00 verður almenn móttøka í Miðlahúsinum í Vágsbotni í samband við, at fyrsta fløgan hjá Bet You Are William kemur á marknaðin Í dag klokkan 16.00 verður almenn móttøka í Miðlahúsinum í Vágsbotni í samband við, at fyrsta fløgan hjá Bet You Are William, ið ber heitið ?See Innlaid Heart for Details?, kemur á marknaðin.
Á skránni er livandi tónleikur, okkurt leskiligt, røða, og signeraðar fløgur vera eisini til keyps.
Um ársskiftið 2007/08 skrivaði Petur Háberg undir plátusáttmála við nýggja plátufelagið SP/F Rock Pipit Records, og stutt aftaná fór Petur við bólki í studio. Í tvær vikur vóru teir í Krisstuff Studio í Havn. Síðani er restin tikin upp í studio hjá Hans Poulsen í Keypmannahavn. Óli Poulsen hevur ljóðblandað fløguna.
Fyrsta singulin ?Here we go, Stereo? kom út fyrst í juni í ár og streyk inn á 1. pláss á 15 tær bestu hjá Kringvarpi Føroya. Seinna singulin, ?Dynasty?, hevur eisini ligið á 1. plássi á hittlista Kringvarpsins, og triðja singulin, Slick Sense, er eisini eitt vælumtókt lag.
Rás 2 sendir beinleiðis frá tiltakinum.