Í annaðkvøld, hóskvøldið, klokkan 19, verður kvøldseta í Norðurlandahúsinum um rættindini hjá børnum til eitt gott lív.
Har verður serligur dentur lagdur á arbeiðið hjá barnaverndini. Somuleiðis verður dentur lagdur á skylduna, øll hava at boða frá, tá ið illgruni er um, at børn eru fyri ágangi av onkrum slagi.
Tað eru Barnaverndarstovan, Almannamálaráðið, Heilsumálaráðið og Mentamálaráðið, Føroya Kommunufelag, Kommunusamskipan Føroya, og fútin, sum við hesi kvøldsetuni seta sjøtul á eitt átak um fráboðanarskylduna.
Kvøldsetan er almenn og tað er ókeypis at vera við.
Fyrireikararnir staðfesta, at dygg og munagóð hjálp í tøkum tíma kann byrgja fyri álvarsligum inntrivum seinni í uppvøkstrinum.
Tað verða Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum og Bjørn Kalsøe, landsstýrismaður í mentamálum, sum seta kvøldsetuna.
Annars fer Johnhard Klettheyggj, leiðandi løgfrøðingur á Almannamálaráðnum, at greiða frá um fráboðanarskyldina.
Oddbjørg Balle, leiðari á Barnaverndarstovu Føroya, fer at greiða frá um at taka vandatekin í álvara og Maud
Vang Hansen, greiður frá at vaksa upp við harðskapi og hon fer eisini at greiða frá, at tað, at boða frá, er ikki tað sama sum at slatra.
Harumframt fer Lisbeth Pipping úr Svøríki at siga frá um sín uppvøkstur við einari menningartarnaðari mammu.
Hon kallar fyrilestur sín: Kærleiki og stálull -frá vesaligumuppvøkstri til eitt gott lív.
Fyri at fáa kvøldsetuna at fella lættari, fer Martin Joensen at syngja og spæla.