Almenn kunning um útbúgvingarmøguleikar

Mikukvøldið verður fjølbroytt kunningartiltak á miðnámsskúlunum á Kambsdali. Tiltakið byrjar klokkan 19 og har fer at verða kunnað um miðnámsútbúgvingar, hægri útbúgvingar og ALS-skeið.

Heyya er eitt úrslit av samstarvi ímillum Altjóða skrivstovuna, miðnámsskúlarnar á Kambsdali og Arbeiðsloysisskipanina.

Tann 15. mars er seinasta freist at søkja um upptøku á miðnámsskúla í summar. Tá er samstundis eisini seinasta freist at søkja inn á danska lærustovnar umvegis kvotu 2, altso har karakterirnir í fyrstu syftu ikki rukku til.

Og tað er í hesum sambandi, at skipað verður fyri kunningarkvøldinum.

Altjóða skrivstovan fer at kunna og vegleiða um umsóknarbløð og kvotu 2, og Handilsskúlin og Studentaskúlin fara at kunna um útbúgvingarnar FHS, HH, Student og HF.

Harumframt fer ALS at kunna um hvørji tilboð og skeiðsmøguleikar eru til arbeiðsleys.