Almenn hugskotskapping um skúladepil í Marknagili

Endamálið við kappingini er at fáa fram eina heildarbyggiætlan, sum kann tryggja trimum miðnámsskúlum í Havn góðar og tíðarhóskandi karmar um framtíðar virkið hjá skúlunum

Avgerð er tikin um at byggja nýggjan studentaskúla í Marknagili í Havn. Í røðu síni á ólavsøku segði Anfinn Kallsberg, løgmaður, at avgerðin um at byggja skúlan á økinum tætt við verandi handilsskúla og tekniska skúla, byggir á, at byggingin verður bíligari, og at skúlarnir fáa møguleika fyri at samstarva innan ymisk øki. Her verður hugsað um felags hentleikar, útbúnað, høli og lærarar.

Í vár varð ein bygginevnd sett at fyrireika eina arkitektakapping, og nú er kappingin útskrivað. Í bløðunum leygardagin býður Undirvísingar- og mentamálastýrið til almenna hugskotskapping um skúladepil við Marknagilsvegin í Havn.

Endamálið við kappingini er at fáa fram eina heildarbyggiætlan, sum kann tryggja teimum trimum skúlunum Føroya Studentaskúla og HF-skeiði, Tekniska Skúla í Havn, og Føroya Handilsskúla í Havn góðar og tíðarhóskandi karmar um framtíðar virkið hjá skúlunum.

Kappingin er ein opin kapping, har øll, ið halda seg hava førleika, kunnu lata inn uppskot. Fyrsta virðisløn fær 250.000 krónur, onnur 150.000 krónur og triðja 75.000 krónur. Freistin at senda hugskot er úti 30. november. Í dómsnevndini sita skúlastjórarnir á teimum trimum skúlunum, tvey umboð frá Arkitektafelag Føroya og landsstýrismaðurin í Undirvísingar- og mentamálum.

Á løgtingsfíggjarlógini í ár eru tvær miljónir krónur játtaðar til kanningararbeiðið, prosjektering og keyp av grundøki til bygging av nýggja studenta- og HF-skeiðnum. Á fíggjarlógini næsta ár eru 2,5 miljónir krónur játtaðar og næstu trý árini 45 miljónir krónur til endamálið.