Endurskoði íløguætlaninar. Nýti ein part av ætlaðu íløgunum til alneyðugan rakstur. Støðgi tekni og framtíðar planleggingunum av nýíløgum í vegir og tunnlar í hundrað millióna- klassanum. Uppraðfesti heldur neyðugar umvælingar av verandi bygningum, vegum, tunnlum og almennum ognum; tað kemur veruliga at geva arbeiði til fleiri hendur.
Landstýrismaðurin við ábyrgd fyri fíggjarlógini sigur, at fíggjarlógin er eitt verri upptak og at fatalar broytingar og faktuellir feilir eru gjørdir av Fíggjarnevndini.
Serliga innan skúla, mentan- og almannamál, hevur stórur ótryggleiki valda, við fráboðan um afturlating av almennum tilboðum, ætlandi uppsagnir av starvsfólki og niðurraðfesting av tilboðum, har ætlanin var at uppraðfesta. Tað hendir, hóast fíggjarnevndarlimir tvíhalda um, at meir peningur er játtaður og umstøðunar sostatt skuldu verið betraðar.
Landstýriskvinnan í almannamálum hevur fráboðað, at hon fekk boð um at spara, og tað hevur hon gjørt. Landstýriskvinnan í mentamálum sigur seg lítla og onga ávirkan hava havt á fíggjarlógina. Løgtingslimir úr samgongu og andstøðu skiftast um at átala og vaska hendur, støðan er ótolandi og higartil eru pensjónistar, børn og ung við serligum tørvi, útbúgving og skúli serliga meint rakt.
Nógvar av raðfestingunum, gjørdar vórðu í Fíggjarnevndini, eru á tekniborðinum og verða startskotið til verkætlanir í hundrað-millióna klassanum. Fleiri av hesum ætlanum verða neyvan veruleiki, við hóttandi framtíðarútlitunum, hóast hesar hava fingið eina C-átekning. Er tað tá rætt í slíkum føri, at brúka nógvan pening til tekning og projektering ?
Vit mugu repa seglini samsvarandi hóttandi veðurforsøgnini og vitanini um fíggjarliga illveðrið, sum byrjaði í USA og nú herjar kring heimin. Vit eru í eini bíðistøðu, tí eiga vit nú heldur at nýta møguleikan at røkja almennu ognirnar sum treingja til viðlíkahald. Føroyskir handverkarar eru tøkir og arbeiðslønin, ið fylgir eftirspurninginum er normaliserað. Vit eiga ikki at niðurbinda føroyska samfelagið, við at byrja ovurstórar íløgur í nýggjar vegir og tunnlar sum tola at bíða nøkur ár afturat.
Tíðin er komin, at vit mugu raðfesta: Alneyðugt, neyðugt og ynskiligt.