- Tað var fyri at økja um virksemi í byggivnnuni og fyri at seta gongd á orkusparandi tiltøk, at 15 milliónir krónur vórðu settar av á løgtingsfíggjarlógini til endamálið.
Hetta sigur Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna, sum hevur sett Anniku Olsen, landsstýriskvinnu ein munnligan fyrispurning viðvíkjandi bjálving av almennum bygningum.
Eyðgunn Samuelsen spyr, um landsstýriskvinnan kann greiða frá, hvussu nógvur peningur er nýttur higartil í ár av játtanini á 15 milliónur krónur til bjálving av almennum bygningum. Hon vil eisini hava at vita, hvussu nógv av nýtta peninginum er farið til kanningar, og hvussu nógv er farið til bjálving, hvørjir bygningar eru ela verða bjálvaðir av hesi játtan í ár. Hon spyr eisini, um landsstýriskvinnan væntar, at játtanin verður brúkt í ár?
Eyðgunn Samuelsen grundgevur spurningin við, at fyri at økja um virksemi í byggivinnuni og fyri samstundis at seta gongd á orkusparandi tiltøk, serliga innan bygging, varð avrátt at seta 15 milliónur krónur av á løgtingsfíggjarlógini til hetta endamál í 2009.
- Peningurin var settur av undir innlendismálum, og játtanin løgd til Landsverk at umsita. Dentur var lagdur á, at henda játtan skuldi vera við til at økja virksemi innan byggivinnuna, og at hetta virksemið skuldi so vítt gjørligt spjaðast kring landið, sigur Eyðgunn Samuelsen.
Hon vísir á, at semja var um, at almennir bygningar skuldu kannast, og at nakrir almennir bygningar síðan skuldu veljast út, har farast skuldi í gongd við at bjálva ella fremja onnur orkusparandi tiltøk.
- Í hesum sambandi var eisini játtanin til størri viðlíkahald av almennum bygningum savnað saman og hækkað 10 milliónir krónur. Hetta fyri at fáa sett meira ferð á viðlíkahald av almennum bygningum og bjálving samstundis, sigur Eyðgunn Samuelsen.









