Almannaverkið átalu frá Umboðsmanninum

Drál í máli um stuðul til tannviðgerð

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um, at Almannaverkið drálaði við at taka eitt mál um stuðul til tannviðgerð til nýggja viðgerð, eftir at Kærunevndin í almanna- og heilsumálum hevði gjørt av, at Almannaverkið skuldi fáa til vega nýggjar upplýsingar og gera eina nýggja meting av málinum.

Umboðsmaðurin gav Almannaverkinum eina átalu fyri handfaringina av málinum.

 

Skriv umboðsmansing til Almannaverkið kann lesast VIÐ AT TRÝSTA HER