Tað var eitt mistak, tá Almannastovan um dagarnar strikaði avslátturin, sum pensjonistar higartil hava fingið við tyrluni. Í nógv ár hevur ein skipan verið galdandi, har pensjónistar fáa 50% í avsláttri, tá ið teir ferðast við Strandferðsluni, Bygdaleiðum og tyrluni hjá Atlantsflogi. Men í nýggjstu kortunum er orðið ?tyrlan? strikað út við svartari tyssj.
Men talan er um eitt mistak, viðgongur Petra Jónsdóttir Joensen, stjóri á Almannastovuni.
- Almannastovan fekk eina áheitan frá Atlantsflog fyrst í oktober, har felagið kunnaði okkum um, at tey høvdu trupulleikar av okkara avsláttarkortum. Ein trupulleika, sum stendst av, at vit nýta somu avsláttarkort til fyritíðarpensjonistar, tvs. fólk sum eru undir 67 ár, sigur Petra Jónsdóttir Joensen.
Trupulleikin liggur í, at Atlantsflog bara gevur fólki, sum eru 67 ár og eldri, avsláttur við tyrluni. Og tí vildi felagið hava Almannastovuna at gera avsláttarkortini, ið verða send pensjonistum, greiðari.
- Tað, sum so hendir er, at vit strika avslátturin uppá 50 prosent við tyrluni á kortunum til allar pensjonistar, tvs bæði fyritíðarpensjonistar og fólkapensjonistar. Avleiðingin av tí er, at øll tey, sum hava fingið pensjónskort eftir 3. oktober hava fingið eitt kort, har avslátturin við tyrluni er strikaður, sigur Petra Jónsdóttir Joensen.
- Nú fara vit at senda øllum hesum eitt
bræv og eitt nýtt kort, soleiðis at mistakið verður rættað, og at tað verður heilt greitt, hvør hevur rætt til avsláttur við tyrluni, sigur Petra Jónsdóttir Joensen.