Prinsippmál
Nú er Almannastovan í Suðuroy í vanda fyri at vera søgd upp.
Tvøroyrar Býráð góðtekur ikki longri at vera noytt til at betala fyri at hava Almannastovu í Suðuroynni, soleiðis sum støðan nú er.
Tí fer kommunan nú at krevja samráðingar við Almanna- og Heilsumálastýrið um nýggjan sáttmála fyri Almannastovuna í Suðuroy.
Finnleif Guttesen, borgarstjóri á Tvøroyri, sigur, at tað var í 1976, at sáttmáli varð gjørdur ímillum landsstýrið og allar kommunurnar í Suðuroy, uttan Vágs Kommunu, um at leggja Almnannastovuna í Suðuroy. Í 1995 kom eisini Vágs Kommuna upp í avtaluna.
Eftir avtaluni betalir landið lønirnar til starvsfólkið á Almannastovuni, men kommurnar betala allar hinar rakstrarútreiðslurnar, eitt nú hølisútreiðslur, ljós, varma, telefon o.s.fr.
?Síðani er parturin hjá hvørjari kommunu trektur beinleiðis av kommunuskattinum, uttan at kommunan hevur havat nakra sum helst ávirkan. Harafturat hevur mannagongdin verið tann, at upphæddin fyri alt árið er tikin beinanvegin, fyrst í januar á hvørjum ári.
Harafturat eru útreiðslurnar ógvuliga nógv hækkaðar í seinastuni. Í fjør var parturin hjá Tvøroyrar Kommunu av rakstrarútreiðslunum hjá Almannastovuni í Suðuroy 88.000 krónur, men í ár er upphæddin meiri enn tvífaldað upp í 174.000 krónur.
? Hetta er hent, uttan at kommunan hevur fingið eitt einasta orð at vita um, hví útreiðslurnar eru so nógv hækkaðar.
Finnleif Guttesen sigur, at kommunan hevur heldur ikki fingið nakran roknskap fyri Almannastovuna so at hon veit hvat hon betalir fyri.
? Ikki fyrrenn nú, vit hava rykt eftir tí, hava vit fingið ein heildarroknskap.
Hann sigur, at fyrr í ár setti Kommunan seg skrivliga í sambandi við Almanna- og Heilsumálastýrið fyri at taka málið upp.
? Men haðani hoyrdust ikki eitt orð aftur, ikki so frægt sum nakrar reglur um, at tey høvdu fingið brævið.
Hann sigur, at í august gjørdi býráðið tískil ikki mætari enn at klaga til Løgmann og tá kom eitt svar.
Almannastovan sigast upp
Tvøroyrar Býráð góðtekur ikki hesa mannagongd longur og tað góðtekur heldur ikki uttan víðari, at kommunan skal betala fyri at hava almannastovu í Suðuroy.
Í hvussu so er vil kommunan ikki uttan víðari góðtaka at betala so nógv. Kommunan góðtekur heldur ikki, at tað skal bera til at útreiðslurnar skulu hækkast yvir 100% upp á eitt ár, uttan at kommunan fær nakað sum helst at vita, og at peningurin verður trektur av skattinum, uttan víðari.
Finnleif Guttesen sigur, at Býráðið hevur sóknast eftir lógarheimildum fyri hesum, men tað er onki at vísa á, uttan avtalurnar við kommnunurnar.
?Eg havi altíð hildið, at tá ið peningur skuldi fylgja við, tá ið almennir stovnar vórðu lagdir út um landið.
? Men tað er ikki gjørt í hesum føri og tað góðtaka vit ikki longri.
? Vit halda ikki, at vit eiga at betala fyri, at almannastovan skal vera í Suðuroy. Heldur ikki góðtaka vit, at vit onki fáa at vita og at vit onga ávirkan skulu hava.
Býráðið hevur tí eimælt samtykt at krevja nýggjar samráðingar við Almannna- og Heilsumálastýrið um almannastovuna í Suðuroy.
Og tær samráðingarnar skulu vera beinanvegin.
Býráðið ásannaði at tað var so trupult at fáa svar frá Almanna- og Heilsumálastýrinum, at tað kravdi at fáa svar áðrenn 18. september um samráðingarnar, tá ið fíggjarlógin fyri næsta ár, aftur skal til viðgerar.
Hevur Almanna- og heilsumálastýrið ikki svarað tá, er Tvøroyrar Kommuna tilreiðar at siga sáttmálan um almannastovuna upp.
Upprunaliga varð skotið upp at Býráðið skuldi siga sáttmálan upp, men summir býráðslimir stúrdu fyri, at Almannastovan so fór at enda í Vági og tað vildu teir ikki. Tí vildu teir lata møguleikan fyri samráðingum standa opnan.