Almannastovan styrkir almennu kunningina

tíðindaskriv frá Almannastovuni

Almannastovan hevur gjørt nýtt kunn­ingarrit, sum í hesum døgum verður sent til øll húsarhald í Føroyum. Samstundis verður heimasíðan hjá Almannastovuni enn sterkari miðil í almennu kunningini
Almannastovan


Í tíðindaskrivi staðfestir Al­mannastovan, at kunn­ing­arritið er liður í ar­beið­inum hjá stovninum at kunna al­menningin um rættindi og veitingar sambært al­manna­lóggávuni.
Í kunningarritinum verður í stuttum greitt frá teimum veitingum, sum til ber at søkja frá Almannastovuni. Greitt verður frá sjúkra­dag­peningaskipanini, veitingum sambært forsorgarlógini, al­mannapensjón­um um­­framt øðr­um sosialum skip­an­um. Eis­ini verður greitt frá manna­gongd­um í sam­bandi við umsókn, um kæru­møguleikar v.m.
Petra Johnsdóttir Joensen, stjóri á Almannastovuni, sigur, at kunningarritið, sum nú er gjørt, er týðandi liður í miðvísari ætlan at styrkja almennu kunningina og vegleiðingina hjá Al­manna­stovuni sum heild.
-Almannastovan og tær tænastur, sum stovnurin um­­situr, skulu gerast sjón­ligari. Tí verður í framtíðini eisini størri dentur lagdur á at brúka heimasíðuna sum miðil til almenna kunning sum heild, sigur Petra Johns­dóttir Joensen.
Kunningarritið verður sent øllum húsarhaldum í Føroyum, og verður eisini til taks á ymsum almennum støðum eitt nú á bókasøvnum, hjá kommunulæknum og ALS umframt á heimasíðuni hjá Almannastovuni.