Almannastovan nýtt búmerki

Í sambandi við 30 stovningardagin hevur almannastovan fingið nýtt búmerki, sum lýsingarstovan Krea í Saltangará hevur designað. Búmerkið varð alment sýnt fram undir móttøkuni seinasta fríggjadag

Vit síggja tríggjar formar, sum koma saman soleiðis, at annar endin á teimum fer inn í eina felags miðju, og hin gongur út úr miðjuni.

Formarnir eru allir eins, og saman mynda teir ein tríkant. Teir tríggir formarnir umboða tríggjar ymiskar persónar.

Hesir persónarnir hava tvær hendur, har vinstra hondin á øllum trimum er rætt inn móti eini felags miðju, og høgra hondin gongur út úr miðjuni. Hetta merkir, at allir partar geva og allir partar fáa.

Tað eru tríggir litir í búmerkinum. Hetta skal avspegla, at ein sær persónarnar, sum almannastovan tænir, sum einstaklingar, sum hava sín egna karakter og sítt egið virði, og sum ein tænir við atliti til tess.