Almannastovan møguliga húsvill

Leigusáttmálin millum Almannastovuna og P/F Dygd um leigu av bygninginum í Jónas Broncks Gøtu í Havn gongur út á nýggjárinum, og enn eru partarnir ikki samdir um at leingja leigumálið. Tískil kann Almannastovan gerast húsvill, fæst ikki ein loysn í næstum. Landsstýrismaðurin í almannamálum, Páll á Reynatúgvu, hevur ongar viðmerkingar til málið.

Almannastovan hevur seinastu mongu árini leigað seg inn í stóra bygningin í Jónas Broncks Gøtu í Havn. Men á nýggjárinum gongur leigusáttmálin út millum Almannastovuna og P/F Dygd, sum eigur bygningin, og framvegis er óvist, hvørt Almannastovan sleppur at vera verandi í bygninginum, ella stovnurin noyðist at finna sær nýggj høli.
Petra Joensen, stjóri á Almannastovuni, sigur, at sáttmálin upprunaliga gekk út í 2000, men er síðan longdur. Í summar fekk stjórin á Almannastovuni at vita, at tey fóru at vera uppsøgd úr bygninginum.
Partarnir hava síðan samráðst um nýggjan leigusáttmála, og fríggjadagin í síðstu viku var aftur fundur. Petra Joensen sigur, at eingin loysn varð funnin á tí fundinum, og partarnir hava avtalað nýggjan fund í november. Stjórin á Almannastovuni vónar, at ein loysn verður funnin á hølisviðurskiftunum hjá Almannastovuni sum skjótast. Hon leggur tó afturat, at skal Almannastovan framhaldandi leiga í bygninginum í Jónas Broncks Gøtu, so skulu ábøtur gerast.
- Vit hava sett okkum fyri at skapa eitt gott umhvørvi á Almannastovuni, bæði fyri viðskiftafólk og fyri starvsfólkini, og tí verður neyðugt at gera íløgur í bygningin. Til dømis ber ikki til hjá viðskiftafólki, sum sita í rullustóli, at sleppa upp á ovaru hæddirnar í bygninginum, tí lyftan er ov lítil. Og harumframt eru nógvar aðrar ábøtur, sum skulu gerast, sigur Petra Joensen, stjóri á Almannastovuni.
Almannastovan leigar í dag í tveimum bygningum í Havn. Umframt bygningin í Jónas Broncks Gøtu leigar stovnurin seg eisini inn í bygningin hjá Føroya Sparikassa við Tinghúsvegin, har veitingardeildin hjá Almannastovuni heldur til. Leigumálið við Tinghúsvegin byrjaði 1.február í ár og er galdandi í hálvt triðja ár. Á fíggjarlógini fyri í ár eru settar av 2.661.000 krónur til leigu og viðlíkahald í samband við leigusáttamálarnar av hesum báðum bygningum. Sama upphædd er sett av í fíggjarlógaruppskotinum fyri næsta ár. Hølisútreiðslurnar av deildunum hjá Almannastovuni í Eysturoynni, í Klaksvík og Suðuroynni verða goldnar av kommununum á staðnum.
Sum nevnt er tað P/F Dygd, sum eigur bygningin í Jónas Broncks Gøtu, har Almannastovan heldur til. P/F Dygd er felag, hvørs einasta endamál er at eiga og útleiga bygningin í Jónas Broncks Gøtu, umframt ein bygning við Skálafjørðin. Nevndarformaðurin í P/F Dygd, Tummas Hanus Dam, hevur ikki stórvegis viðmerkingar til uppsøgnina.
- Leigumálið gongur út, og nú verður tingast um at endurnýggja leigumálið. Sjálvandi hava vit okkara krøv til eina møguliga endurnýggjan av sáttmálanum, eins og leigarin hevur síni krøv, sigur Tummas Hanus Dam. Hann váttar, at P/F Dygd vil hava leigukostnaðin broyttan, skal leigumálið halda fram. Nevndarformaðurin sigur, at fyrst og fremst verður samráðst við Almannastovuna um framhaldandi leigumál, áðrenn farið verður at samráðast við onnur um at leiga bygningin. Hann sigur seg vænta, at partarnir fara at fáa ein nýggjan leigusáttmála uppá pláss í næstum.

Páll onga viðmerking
Landsstýrismaðurin í almannamálum, Páll á Reynatúgvu, hevur onga viðmerking til støðuna hjá Almannastovuni. Hann vil ikki siga, um Almannamálaráðið hevur nakra alternativa loysn, skuldi tað ikki eydnast Almannastovuni at leingja leigumálið í Jónas Broncks Gøtu, ella um tað yvirhøvur verður arbeitt við at útvega stovninum onnur høli. Vit ætlaðu eisini at biðja landsstýrismannin um eina viðmerking til tað, sum var havt á lofti frá Løgtingsins røðarapalli í síðstu viku, um at Almannastovan kundi flutt í hølini hjá Postverkinum á Argjum. Men landsstýrismaðurin hevur stutt sagt onga viðmerking.
Staðfestast kann tó, at næsta ár er sama upphædd sett av í fíggjarlógaruppskotinum til leiguútreiðslur hjá Almannastovuni.