BARNAVERND
Fær ein familja á bygd eftir áheitan frá barnaverndini á staðnum tillutað stuðul frá Almannastovuni uppá 20 tímar um vikuna, skal familjan ikki rokna við at fáa gagn av stuðlinum nevndu tímar. Skal stuðulin, í hesum ítøkiliga døminum ein útbúgvin pedagogur, koyra úr Havn út á bygd, skal koyringin roknast frá teim tillutaðu tímunum. Og er teinurin langur, fer bróðurparturin til koyring.
- Hetta er óhoyrt og her verður als ikki hugsað um tann ella tey, sum stuðulin er ætlaður til, men bara um krónur og oyrur. Búði familjan í Havn hevði hon fingið fullan stuðul. Við øðrum orðum hava børn á bygd ikki somu mannarættindi sum børn í Havn, sigur limur í barnaverndini á staðnum, sum vil vera ónevndur.
Í hesum døminum, sum er veruligt, hevur ein familja vent sær til barnaverndina á staðnum við umbøn um hjálp, tí vánaliga samskiftið í familjuni ger, at børnini, sum eru fleiri í tali, ikki klára seg í skúlanum. Barnaverndin tekur áheitanina í álvara og metir, at familjan eigur at fáa útbúgvið fólk til familjuna 20 tímar um vikuna. Hetta tilmælið verður sent Almannastovuni, sum tillutar tímarnar og søkir eftir fólki í bløðunum. Men av tí, at eingin á staðnum søkir starvið í fyrsta umfari, fær familjuráðgevi úr Havn litið upp í hendi at hjálpa familjuni úti á bygd. Og tá fáa barnaverndin á staðnum og familjan ein skelk, koyritíðin skal takast frá stuðulstímunum.
- Almannastovan eigur at leggja koyritíðina omaná stuðulin. Tey siga seg vera serkøn á økinum, men at taka koyritíðina frá stuðlinum til børnini er sera óprofessiónelt. Ístaðin áttu tey at sagt, at sjálvsagt skulu børn á bygd hava somu møguleikar fyri hjálp sum børn í Havn, kosta hvat tað kosta vil. Tað hoyrir ongastaðni heima, at fólk verða viðgjørt so ymiskt.
Barnaverndarlimurin, vit hava tosað við, vísir á onnur dømi, ið sýna, at barnaverndir á bygd hava verri við at koma ígjøgnum hjá myndugleikunum enn eitt nú barnaverndin í Havn.
- Vit hava samanborið mál, sum líkjast í okkara bygd og í Havn, og har er eingin ivi í, at barnaverndin í Havn fær skjótari avgreiðslu enn barnaverndir á bygd. Ikki bara tekur tað longri tíð hjá okkum at koma ígjøgnum, men tað virkar sum um tað ikki er nøkur føst mannagongd á Almannastovuni, hvussu ein umsókn skal viðgerast.
Ítøkiliga dømið vit vísa á í hesum førinum byrjaði á vári í fjør, og enn er málið ikki avgreitt.
- Tíðin er farin til at skriva og ringja aftur og fram. Bara at fáa eina lýsing í bløðini eftir stuðuli tók næstan tríggjar mánaðir.
Barnaverndin á staðnum hevur ikki slept málinum, men arbeiðir framhaldandi við at fáa avgerðina broytta, soleiðis at umrødda familja fær fullan stuðul.