Almannastovan hevur fingið eina átalu frá løgtingsins umboðsmanni, eftir at hon hevur noktað einum umsøkjara dagpening.
Umsøkjarin ringdi og greiddi frá, at hann hevði søkt Almannastovuna um dagpening fyri tíðarskeiðið 1. januar 31. mars 2011, men at hann ikki fekk svar uppá, hví umsóknin ikki var gingin á møti.
Hann greiddi frá, at Almannastovan av eini ella aðrari orsøk ikki hevði móttikið fyrstu læknaváttanina, sum varð send í málinum, men at hann seinast í mars hevði sent Almannastovuni eina nýggja læknaváttan. Sambært umsøkjaranum ringdi Almannastovan til hansara í mars mánaði og boðaði frá, at umsóknin fór at verða játtað. Síðani hevði Almannastovan ringt aftur og sagt, at hann ongar dagpengar fór at fáa fyri omanfyri nevnda tíðarskeið.
Hann sigur seg ikki hava fingið nakra grundgeving fyri avgerðini, og hóast hann hevði verið framvið á Almannastovuni og tosað við tey har, so sigur hann seg ikki fáa nakað skrivligt svar ella nakra grundgeving fyri avgerðini.
Hetta átalar løgtingsins umboðsmaður nú.
- Eg haldi tað als ikki verða nøktandi, at Almannaverkið av sínum eintingum steðgar útgjaldi og niðurleggur eitt mál, uttan at borgarin verður partshoyrdur. Heldur ikki haldi eg tað vera nøktandi, at Almannaverkið ikki tekur nýggjar upplýsingar, sum t.d. eina læknaváttan, við í málsviðgerðina av málinum.
- Eg fari tí samanumtikið at geva Almannaverkinum eina átalu fyri málsviðgerðina og handfaringina í hesum máli. Samstundis fari eg at heita á Almannaverkið um at broyta sína mannagongd, tá mál verða niðurløgd, ljóðar átalan frá løgtingsins umboðsmanni.