Stjórin á Almannastovuni Petra Johnsdóttir Joensen fyllir í dag 28. apríl 65 ár.
Hon hevur við hepnari hond havt ovastu leiðsluna av Almannastovuni síðani 1. august 2000.
Tá ið hon í ár 2000 kom í starv á Almannastovuni, var umsitingin ikki væl fyri. Her verður hugsað um starvsfólkaorku, menningar- møguleikar, hølisviðurskifti og tøkni. Hetta skal síggjast í mun til tær risastóru uppgávur, sum stovnurin varð álagdur.
Lógarbroytingar á almannaøkinum komu í jøvnum streymi til Almannastovuna, og her skuldi umsitingin vera klár at umsita hesar. Ì dag koyrir hetta arbeiðið væl og skipað.
Tað krevst lærdómur og vitan at verða ein týðandi sparringspartnari hjáAlmannamálaráðnum við skiftandi landsstýrismonnum/kvinnum. Her hevur stjórin Petra Johnsdóttir víst dirvi og vísdóm saman við sínum starvsfólkum at rúma uppgávunum, og harafturat skapa menning.
Stjórin hevur alla tíðina havt sum aðalmál, at stovnurin skal kunna nøkta tey krøv til fyrisitingina, sum politiska skipanin krevur, samstundis sum borgarin skal hava sínar lógarfestu tænastur og rættindi.
Fingramerkini hjá Petru komu skjótt og hava verið sjónlig gjøgnum árini við veruligum leiðaraskapi. Í 2002 fór ein stór bygnaðarbroyting fram, sum var gjøgnumførd millum leiðsluna, starvsfólk og Almannaráðið og við neyðugu samráðingum við fakfeløg.
Vit minnast ikki bara lættar løtur, men vit viðurkenna, at tað hevur verið neyðugt at hugsa nýtt, og at stovnurin framhaldandi er innovativur.
Sínar ætlanir hevur stjórin hesi mongu árini gjørt greiðar fyri starvsfólkum gjøgnum mennandi temadagar, skipaðar leiðslufundir og skipað samstarv við álitisfólkaskipanina.
Størsta avrikið er allarhelst, at stjórin gekk og gongur á odda fyri einum vælvirkandi leiðslutoymi. Strategiska arbeiðið hvílir í dag á á missión og visjón og virkisætlanir fyri Almannastovuna.
Ein av hornasteinunum hjá stjóranum hevur somuleiðis verið at menna síni starvsfólk til sjálvsleiðslu. Samstundis, sum hon ongantíð hevur ivast í, hvør hevur havt evstu ábyrgd av stovninum, nevniliga hon sjálv.
Hennara persónliga styrki er, at hon er vitandi, klók, hugkveikjandi, ábyrgdarfull og sera arbeiðssom. Hon hevur givið mongum starvsfólki og viðskiftafólki góða og holla læru, hvussu fram skal farast, tá ið umstøður hava verið fløktar og truplar.
Eisini hevur stjórin lagt stóran dent á, at starvsfólk eru medvitandi um teirra týdning sum fakfólk og vitanarberar.
Petra hevur seinastu 10 árini verið viðspælari á norðurlendska almannaøkinum fyri stjórar í øllum Norðurlondum. Burturúr hesum arbeiði er mong góð ætlan og vitanardeiling farin fram til stórt gagn fyri Almannastovuna.
Ástøðiliga hvílir arbeiðið hjá Petru á løgfrøðisligt embætisprógv frá Lærda háskúlanum í Keypmannahavn í 1989.
Sama ár, sum hon bleiv stjóri her á stovninum, gjøgnumførdi
hon útbúgving á Roskilde universitetscenter viðvíkjandi “Master of Public Policy”. Herumframt hevur hon holla eftirútbúgving innan leiðslu og management.
Áðrenn Petra Johnsdóttir Joensen kom í stjórastarv á Almanna-
stovuni vóru arbeiðsroyndirnar fyri størsta partin innan starvsfólkaleiðslu og røkt.
Vit fara við hesi heilsan at takka føðingardagsbarninum fyri gott arbeiði á Almannastovuni, og ynskja hjartaliga tillukku við degnum.
Starvsfólk á Almannastovuni










