Nú Almanna- og heilsumálaráðið verður skilt sundur, er deildarstjórin Eyðun Mohr Hansen fyribils settur aðalstjóri í Almannamálaráðnum Eyðun Mohr Joensen, sum hevur verið deildarstjóri á almanna- og heilsumálaráðnum, er fyribils settur aðalstjóri í endurskipaða almannaráðnum.
Poul Geert Hansen heldur fram sum aðalstjóri í heilsumálaráðnum.
Teir báðir aðalstjórarnir hava funnið eina fyribilsloysn sínámillum, og farið verður beinan vegin undir at gera eitt varandi býti av uppgávum, tilfeingi og hølum millum ráðini, soleiðis at alt er komið upp á pláss til 1. januar 2009, verður sagt.