Line Barfod, sum umframt at verða limur í almannanevndini hjá Fòlkatinginum eisini situr í sonevndu Føroyanevndini, sigur, at soleiðis sum málið um lítla Petur er lýst í donskum fjølmiðlum, tykist tað verða fullkomiliga burturvið, at drongurin er fluttur á stovn í Danmark.
Loysa trupulleikarnar í Føroyum
- Tá ið man velur at gera eina so umfatandi broyting í lívinum hjá einum lítlum drongi, má tað verða ein orsøk til tess, men sum málið er lýst í miðlunum, er tað eisini nógv, ið bendir á, at Petur skuldi verið verandi í Føroyum. Eitt er, at hann verður fluttur so langt heimanífrá, men hann verður enntá skildur frá tvíburðasystur síni, sigur Line Barfod í telefonini úr Danmark.
Fólkatingslimurin hjá Eindarlistanum heldur tó eisini, at málið setur nakrar meiri generellar spurningar, ið eiga at takast upp til viðgerð.
- Hetta mál vísir, at Føroyar í løtuni ikki hava møguleika fyri at taka sær av børnum við slíkum trupulleikum, og so verða tey send av landinum. Spurningurin er, hvat vit kunnu gera fyri at hjálpa Føroyum, soleiðis at føroyingar sjálvir verða førir fyri at taka sær av hesum børnum, sigur Line Barfod.
Line Barfod hevur sett spurningin í vikuni, og hon sigur seg vænta, at almannaráðharrin fer at koma við einum skrivligum svari í komandi viku.