Fyri løtu síðan almannakunngjørdi bretsku myndugleikarnir fyrstu myndina av 22 ára gamla Salman Abedi, ið fyrradagin drap 22 fólk í einum yvirgangsálopi í Manchester.
Myndugleikarnir arbeiða í løtuni av øllum alvi at fáa greiðu á hendingini, og persóninum handan álopið.
Løgreglan í Manchester upplýsti fyri løtu síðan, at tey hava handtikið tríggjar persónar í morgun í samband við yvirgangsálopið. Sostatt eru fýra persónar higartil handtiknir í samband við álopið.
Tað hendir í kjalarvørrinum av, at Amber Rudd, bretski innanríkisráðharrin, fyrr í dag segði við BBC, at myndugleikarnir meta, at Salman Abedi allarhelst ikki var einsamallur um álopið.