Vit vita øll at sparingar skulu til, tí stórt hall er á fíggjarlógini ½ milliard.
Um tað verður spart soleiðis, sum tað verður lagt upp til nú, verður tað spart eftir reyv, tí nógv av sparingunum raka fyribyrgjandi arbeiðið, sum kanska gevur smávegis sparingar her og nú kemur at kosta okkum fleirfalt í longdini.
At seta meira pening av til fyribyrgjandi arbeiði, so sum góð dagtilhald, við góðum tilboðum til tey eldru ger einsemi minni, avmarkar tunglyndi og varðveitir rørsluførleikan. Hetta er nakað sum gevur samfelagnum sparingar í longdini og borgarunum eina virðiliga lívsgóðsku..
Um vit settu meira pening inn á økið við børnum og ungum, høvdu vit minkað um sálarligar trupulleikar og fingið betur trivna = betri virkandi vaksin fólk. Tað er sparing um vit hugsa visjón og framtíð.
Sum er verða røktarstarvsfólk innan eldra økið sett niður frá at starvast 8 tímar niður í 7 tímar, og tá sjúka er hjá røktarstarvsfólkið kemur ongin ístaðin fyri.
Innan sama øki er longu spart inn á bein frammanundan, so tað sum er fyribyrgjandi arbeiði og trivnaður, verður spart vekk, “kjarnan í lívinum” og røktarstarvsfólkini skulu renna enn skjótari. Tað viðførir at røktarstarvsfólkini trívast verri, hava fleiri sjúkradagar og tilgongdin til hesi útbúgvingarøkini fellur.
Um leiðslurnar innan økini fáa rímulig kor at arbeiða við, soleiðis at teir hava høvi til at skapa karmarnar góðar fyri brúkarin og røktarstarvsfólkini, er tað eitt fantastiska gott øki at starvast á, tað at vera um menniskja.
Vit hava tríggjar góðar útbúgvingar innan røkt í Føroyum, tað er heilsuhjálpara, heilsurøktari og sjúkrarøktarfrøðingar vónandi verður tilgongdin til hesar frálíku útbúgvingarnar góðar, tí stórur tørvur er á hondum innan røkt í Føroyum.
Við vón um at vera hoyrd!
Vegna Almanna-og heilsurøktarafelagið fari eg at ynskja tykkum góðan arbeiðshug, við at finna sparingar, hugsa tykkum væl um og geri tað sum er best fyri Føroyar fólk.
Jóhanna Køtlum,forkvinna í Almanna-og heilsurøktarafl.










