Alma vann kappsiglingina

Sunnudagin skipaði Seglið fyri kappsigling millum fýramannafør á Toftum

Kappsigling

 

15 bátar vóru tilmeldaðir og 13 fullførdu. Byrjað var kl. 15 stundisliga við leysum starti inni í hylinum í Runavík.

Teinurin var uml. 5 km, og tað tók skjótastu bátunum 30 min. Tað gevur eina miðalferð millum 4 og 5 míl í tíman. Til tíðir var frískt lot, og bátarnir fóru skúmandi av stað, fyrst inn eftir fjørðinum, vendu um eina boyu og so yvir á Strendur um eina boyu har, áðrenn síðsta leggið var út í hylin á Toftum. Málið var á Toftagjógv.

Alma úr Vestmanna við Símuni Olsen og Dánjal Jákup Andreasen kom fyrstur á mál av bátunum. Nummar tvey gjørdist Jona av Strondum, og vóru tað Per Mikkelsen og Sæðbjørn Nielsen, sum førdu hendan, og triður á málið var Hoyvíkingur, sum Egil og Jóhan Simonsen førdu.

Síðani komu: Malli, Ternan, Oddvør, Sildin, Mia, Grani, Luddi, Vinur, Búgvin og Hoyvíksbáturin.

Nummar eitt, tvey og trý fingu handað steyp, umframt at Alma fekk handað ferðasteyp, sum byrjað varð at sigla um á eystanstevnu í 1997.

Næsta sigling verður í Kaldbak næsta sunnudag.