Alma er dóttir Gretu og Aksel Olsen. Hon er fødd og uppvaksin í Klaksvík.
Alma giftist Mikkjal Lenus úr Fugloy í 1956. Tey búsettust í Víkunum, og fingu tey fýra børn. Katrin, Gretu, Eliesar, sum andaðist í 1998, og Aksel.
Seinni fluttu tey oman á Stoksoyraveg, har Alma hevði handil í kjallaranum í eini 15 ár. Hon ynskti at hava handilin í kjallaranum, so hon slapp frá at fara út frá børnunum, tá hon skuldi til arbeiðis.
Hóast komin upp í árini, so situr hon ikki hendur í favn. Alma er altíð í gongd. Tað hendir allatíðina okkurt, tá hon er í nánd. Tað skal vera ferð á, og tað er ikki nakað, sum eitur, at tað ikki ber til. Alt ber til í hennara verð. Og tað hevur sást aftur í hennara livihátti. Hon er helst mest kend fyri sítt ótroyttiliga arbeiði innan Klaksvíkar Húsmøðrafelag, har hon framvegis er limur.
Í dag seymar hon kitlar og onnur arbeiðsklæði fyri virkir og sjúkrahúsið.
Almu verður ynskt hjartaliga til lukku við runda degnum og góðan byrð framyvir.
Børnini










