Alma fekk 45.000 krónur í lumman

Alma Jensen gjørdist í Gekka-spælinum í kvøld 45.000 skattafríar krónur ríkari.

 

Tað var Alma Jensen, sum fekk fulla plátu í Gekka-spælinum í kvøld og slapp at snara hjólinum.  Høvuðsvinningurin var á 1,4 miljónir krónur, og Alma Jensen gjørdi av at deila upphæddina í teir tríggjar leyparnar við 500.000 krónum í hvørjum leypi.

Í fyrsta drátti steðgaði gekka-hjólið á 10.000 krónum, sum faldað við fimm hevði givið henni 50.000 krónur. Alma Jensen helt, at hon - heldur enn at steðga - vildi royna eydnuna einaferð aftrat. Og tað gjørdist heldur ikki meira enn ta einu ferðina.

Í øðrum drátt steðgaði gekka-hjólið á 15.000 krónum, sum faldað við trý hevði givið henni 45.000 krónur. Alt helt, at hetta var ein góður vinningur. Hon var nøgd, valdi at steðga og fáa hesar skattafríu 45.000 krónurnar.