Sniðstevna, Reykjavík
Í Reykjavík er ein maður, sum eitur Sverrir Bjørnsson. Hann er ikki heilt ókendur, og heldur ikki heilt ósmæðin. Seinastu tíðina hevur tosað hart og týðiliga fyri at gera allan útnorður til ein og sama marknað við felags gjaldoyra, og hesir tankar síggja út til at verða væl móttiknir í Íslandi. Sverrir er eins og nógvir aðrir íslendingar við at vera rættiliga troyttur av at verða stýrdur av ódugnaligum íslendskum bankafólkum. Hann vil tí hava eitt breiðari lívsgrundarlag – bæði reint mentalt, men eisini landafrøðiliga.
MARKNAÐUR – MARNAÐARFØRING
Sverrir Bjørnsson, sum er stjóri og eigari av íslendsku lýsingarfyritøkuni “Tað hvíta húsið”, veit hvat hann tosar um, tá tað snýr seg um marknaðarføring. Og tað, sum hann tosaði um á verkstovuni snúði seg eisini fyrst og fremst um marknaðarføring, men í hesum sambandi kom hann eisini inn á sjálvan marknaðin. Marknaðin, har marknaðarføringin kemur frá, um mann so kann siga.
Og hesin marknaður er sum er, alt ov lítil, heldur Sverrir. Stendur tað til hann, so leggja Grønland, Ísland, Føroyar og Norra bara saman í ein arbeiðsmarknað við felags gjaldoyra. Økið, sum hesi lond hava ræðið á, er risastórt og ovurhonds ríkt upp á bæði náttúruríkidømi og menniskjaligt tilfeingi. Hendan blanding er so sterk, at sjálvt ES ikki kann standa seg í kappingini, heldur hann.
INTERNETIÐ
Og tá tað snýr seg um sniðgeving, sum var evnið á verkstovuni, so mælir Sverrir til, at Internetið verður brúkt nógv meira enn nú. Netið er ein bíligur og góður máti at gera vart við seg, men tað er lætt at blíva burtur á netinum, tí tað kann vera torført røkka út til kundarnar. Flestu sniðgevar í Útnorði hava fínar og flottar heimasíður, men fá vita um tær. Tí mælir hann til samstarv millum sniðgevar, almennar myndugleikar, sum kunnu stuðla fíggjarliga, og so fólk, sum duga at marknaðarføra. Eitt slag av portali fyri skapandi fólk í økinum, sum skal røkka langt út um økið – út í alla verðina. Eina verð, sum í flestu førum als ikki veit, at vit eru til, minnir hann á.
POLITIKKUR
Sverrir Bjørnsson hevur tosað við íslendingar – bæði teir sum hann hevur hitt á síni leið og í íslendskum fjølmiðlum – um hendan útnorðurmarknað við felags gjaldoyra, og nógv taka undir við honum. Ikki tey, sum vilja hava Ísland upp í ES her og nú, men tey flestu av hinum. Eisini hevur hann tosað við fólk í Norra um tankar sínar, so nú manglar bara Grønland og Føroyar, sigur hann.
-Eg havi góðar vónir um at hetta kundi eydnast, tí tey bæði størri londini Norra og Ísland eru jalig, og tá er altíð lættari at fara víðari við tankunum, sigur hann.
Nú er tíðin búgvin til at hesir tankar koma upp á eitt politiskt stig, og Sverrir vónar tí, at onkur politikari – eisini onkur føroyskur politikari – fer víðari við hugskotinum.
--
FAKTA
Sverrir Bjørnsson eigur lýsingarstovuna Tað Hvíta Húsið – HYPERLINK "http://www.hvitahusid.is" www.hvitahusid.is