Allur Sankta Frans skúli á Vaglinum

Mynd: Torshavn.fo

Í fleiri ár hevur Sankta Frans skúli ynskt, at framhaldsdeild skuldi vera ein partur av skúlatilboðnum, eins og tað er á øðrum stórum skúlum í Havn. 

 

Bæði umsiting og býráðslimir hava fingið áheitanir frá foreldraumboðum og skúlastýrinum og trýst varð lagt á politikkararnar fyri jól. Arbeiðast má skjótt, tí 1. februar verða tímarnir frá Mentamálaráðnum tillutaðir.

 

Næmingarnir í 7. flokki hava greitt skúlastýrinum frá, at tey ynskja at halda fram í Sankta Frans Skúla.

 

Í morgun fór skúlastýrið á fund við við borgarstjóran og mentamálanevndina í Ráðhúsinum og tey møttu manssterk upp. Allir næmingarnar á Sankta Frans Skúla møttu upp á Vaglinum at vísa skúlastýrinum sín stuðul áðrenn fundin. Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentamálanevndini, tóku ímóti.

 

Aftaná fór skúlastýrið á fund á skrivstovuni hjá borgarstjóranum, og málið kemur fyri á stjórnarfundi eftir henda fundin. 

Mynd: Torshavn.fo

Mynd: Torshavn.fo

Mynd: Torshavn.fo

Mynd: Torshavn.fo

Mynd: Torshavn.fo