Allur ríkisfelagsskapurin var í finaluni

Sigmund Tróndheim bleiv nummar trý í danska Melodi Grand Prixnum, sum var í kvøld

Vinnarin av danska Melodi Grand Prixnum gjørdist 20 ára gamla Leonora við sanginum "Love is Forever". Hon vann sannførandi við 42 prosent av atkvøðunum millum tey síðstu trý, ið vóru í finaluni. 

 

Sigmund Tróndheim stóð seg sera væl í kvøld og kom eisini í finaluna. Hann fekk eitt flott triðjapláss við sínum sangi "Say My Name", sum nokk var tann sangurin, sum skilti seg mest burtur úr í mun hinar sangirnar. 

 

Grønlendsku Julie Berthelsen og Nina vóru eisini í finaluni við lagnum "League of Light", og hesar báðar blivu nummar tvey. Tær sungu bæði á enskum og á grønlendskum. 

 

Sostatt kann sigast, at allir partarnir av ríkisfelagsskapinum vóru umboðaðir í ársins Grand Prix finalu. Leonora fyri Danmark, Julie & Nina fyri Grønland og Sigmund fyri Føroyar og Danmark. Sigmund, sum hevur føroyskan pápa, segði við Vikuskiftis-Sosialin, at hann vildi sleppa at umboða bæði Danmark og Føroyar í Eurovision í Tel Aviv, um hann vann í kvøld.