Allur kappróðurin á ólavsøku í vanda

ÓLÓGLIGUR KAPPRÓÐRARBÁTUR Nú er álvarsligur vandi fyri, at avgerðin hjá seksmannaførunum at boykotta kappróðurin á ólavsøku verður víðkað til at umfata allan kappróðurin

- Nú er stórur vandi fyri, at allur kappróðurin á ólavsøku verður boykottaður.
Hetta er ein vandi sum hevur tikið seg upp, nú formaðurin í Róðrarsambandinum aðrastaðni í blaðnum í dag staðfestir, at ongin møguleiki er fyri revsa Páll Fanga harðari enn tey longu hava gjørt.
Sostatt verður kravið, sum manningarnar á 11 seksmannaførum hjá monnum setti Róðrarsambandinum fríggjakvøldið, ikki tikið til eftirtektar.
Kravið er, at Róðrarsambandið skal revsa Páll Fanga harðari, annars boykotta allir teir 11 bátarnir róðurin á ólavsøku.

Avgerðin longu tikin
Men tað er rættiliga fallið teimum fyri bróstið, at formaðurin í Róðrarsambandið mestsum avgjørdur vísir kravinum aftur, longu áðrenn tað er viðgjørt í nevndini.
Misnøgdin við avgerðina hjá Róðrarsambandið, sum í veruleikanum sleppur Páll Fanga heilt undan revsing, hevur elvt til so stóra misnøgd í róðrarumhvørvinum kring landið, at tað mestsum má kallast øsing.
Og longu áðrenn tey 11 seksmannaførini høvdu fund leygarkvøldið, vóru røddir frammi um, at tað skulu ikki bara verða seksmannaførini hjá monnum, sum boykotta ólavsøkuróðurin.
Tað einasta rætta er, at feløgini sum heild boykotta róðurin, so at ongin bátur fer at rógva á ólavsøku, siga rógvarar kring landið fyri Sosialinum.
Tað hevði ført til, at allur kappróðurin á ólavsøku verður avlýstur.
- Men tað endaði so við, at tað bara blivu vit 11 seksmannafør, sum boykottaðu róðurin, staðfestir Mass Anthoniussen úr Miðvági, sum er talsmaður hjá teimum.

Røddirnar um boykott harnað
Men hann staðfestir eisini, at røddirnar um eitt fullkomið boykott av øllum ólavsøkuróðrinum eru harðnaðar eftir at Róðrarsambandið longu hevur tikið støðu í málinum til frama fyri Páll Fanga.
Kappróðrarfólk fara væntandi at hava fund í kvøld, har tey fara at viðgera støðuna.
Á fundinum í kvøld er ætlanin fyrst og fremst at staðfesta, avgerðina sum varð tikin leygarkvøldið um, at tey 11 seksmannaførini skulu boykotta ólavsøkuna.
- Endamálið við fundinum í kvøld er eisini at kanna møguleikarnar fyri at fara víðari við málinum.
Sum tað stendur í aðrari grein her á síðunum, hevur Froðbiar Sóknar Róðrarfelag kært avgerðina hjá Róðrarsambandinum fyri dómsnevndini.
- Men eitt evni á fundinum í kvøld verður eisini at kanna møguleikarnar fyri at fáa enn størri undirtøku frá kappróðrarfeløgunum kring landið.
Summi feløg hava longu róð framundir, at tað rætta var, at ongin kappróðrarbátur yvirhøvur møtir á ólavsøku.
- Tað kjakið fara vit at taka upp aftur á fundinum í kvøld, sigur Mass Anthoniussen.
- Eftir okkara tykki er Róðrarsambandið farið fullkomiliga á glið og nú vit eru farin í hernað ímóti tí, fara vit eisini at vita, hvusu langt, vit kunnu taka tað, leggur hann afturat.

Ólavsøkan oyðiløgd
Hann trýr framvegis ikki upp á at niðurstøðan hjá Róðrarsambandinum er røtt og tað er rættiliga fallið honum fyri bróstið, at formaðurin í sambandinum longu hevur staðfest sína støðu í málinum og at kæran sostatt ikki verður tikin til eftirtektar.
- Men er tað rætt at døma við afturvirkandi kraft, tá ið ongin kæra er komin?
- Hetta er ikki við afturvirkandi kraft, tí ongin hevur vitað um ólógliga bekklistan á Páll Fanga fyrrenn nú, sigur Mass Anthoniussen.
- Bara Tvørabáturin visti av hesum uppundir vestanstevnu og boðaði Róðrarsambandinum frá, men tá varð listin tikin av – um so Páll Fangi hevur fingið eitt prei um, at báturin skuldi kannast, veit eg ikki, sigur talsmaðurin hjá seksmannaførunum hjá monnum.
Hann staðfestir tískil, at alt róðrarumhvørvið er á gosi um avgerðina hjá Róðrarsambandinum.
- Sum støðan er nú, er kappróðurin á ólavsøku oyðilagdur og harvið eisini ein stórur partur av ólavsøkuni.
- Skal tað eydnast okkum at fáa eina siðiliga og hampuliga ólavsøku, má Róðrarsambandið broyta støðu, sigur Mass Anthoniussen.

Siga onki
Tað hevur ikki borið til at fáa eina viðmerking frá Páll fanga ella Klaksvíkar Róðrarfelag.
Forkvinnan í Klaksvíkar Róðrarfelag, Jórun Høgnesen, sigur, at tey fylgja støðuni, men at hon ongar viðmerkingar hevur nú.
Hon sigur, at tey hava avtalað onki at siga enn.
Men er Páll Fangi ein virðiligur føroyameistari?
- Eg havi onga viðmerking!
Aðrastaðni í blaðnum í dag hava vit fleiri greinar um sama mál.









Aðrastaðni í blaðnum í dag eru fleiri greinar um sama mál.