Coca-Cola kappingin, kvinnur
Tað tók ikki langa tíð hjá VÍF at prógva, at tapið fyri Stjørnuni í fyrru hálvfinaluni at kalla bert var eitt mistak. Eftir hálvan fyrra hálvleik stóð longu 9-3 á máltalvuni í Vestmanna, og eftir hetta kom at kalla ikki nakað, sum líktist spenningini í aftur dystin.
Mansverjan frígjørdi
Tað tóktist annars greitt, at Stjørnan longu frá byrjan hevði eina ætlan um, hvussu spælið hjjá VÍF skuldi bremsast. Fyrst og fremst við at taka Sóley Mikkelsen úr álopspartinum hjá VÍF, og harnæst við at lata egna álopspartin koyra ígjøgnum serstakliga Danijelu Ercevic, sum í flestu av dystunum hjá Stjørnuni hevur verið tann leikarin, sum hevur verið munurin á vágskálini.
Tað vóru tó nøkur minuss við hesi ætlan hjá Stjørnuni. Fyrst og fremst, at VÍF ongan tíð lat seg órógva av, at Sóley ikki fekk verið so nógv við í framrættaða spælinum. Til tíðir minti hetta um venjingarstøður, har leikararnir frammanundan hava terpað, hvussu spælast skal undir ávísum fortreytum, og tað man neyvan vera nakað ivi um, at hetta er ein støða, sum VÍF hevur vant nógv.
Rúmdin hjá øðrum leikarum gjørdist sjálvandi størri av hesum. Við at lata Fríðu Marjunardóttir og Nicolinu Eyðbjørnsdóttir toyggja vongspælið mest sum út á síðulinjuna, gjørdist sera rúmsátt hjá bakkunum báðum, og her sýndu bæði Nicoleta Radu og Jacklin Durhuus, at tær framvegis teljast millum vandamestu leikararnar í føroyskum kvinnuhondbólti. Væl hjálptar av eini konstant screenandi Alis Høghamar í strikuni.
Eitt var, at hesin parturin av spælinum miseydnaðist, men heldur ikki í álopspartinum gekst nakað serligt. Eina mest tí tað at kalla bert var Danijela, sum megnaði at senda bóltin framvið VÍF málverjanum. Tey tap, sum VÍF hevur havt í ár, eru mest sum øll komin, tá vengirnir hjá mótstøðuliðnum hava havt ein somikið góðan dag, at tað hevur eydnast at skora hjá Manuelu Stan. Tað megnaðu vongspælararnir hjá Stjørnuni ongan tíð í nóg stóran mun, og tá tú hevur slíkan málverja, er einki at taka seg aftur í, at tað er munandi lættari at hava eina tætta verju, sum ikki loyvir gjøgnumbrotum frá einstaklingum á mótstøðuliðnum. Burtur sæð frá leikandi venjaranum vóru innspælingarnar til Unu Olsen á strikuni stórt sæð einasta álopsvápnið, og í longdini var hetta alt ov lítið.
Uppvísing
Við greiðu leiðsluni í hálvleikinum, mundu flestu vestmenningar longu vera farnir undir at fyrireika ferðina til Havnar komandi vikuskifti, men tey fingu ein lítlan hvøkk beint eftir steðgin. Trý gestamál á rað mundu spakuliga fáa tankarnar at leita eitt samdøgur aftureftir, men tað var tó skjótt, at hesin seinasti ivin eisini varð beindur av vegnum. Ferðin á verjuspælinum varð aftur sett upp, soleiðis at kontra spælið fekst at koyra, og so kundu gestirnir illa gera annað enn at hyggja og læra.
Við millimetur-neyvu køstunum frá Manuelu sum krumtappinum í hesum partinum av spælinum, sluppu VÍF leikarar ferð eftir ferð antin leysar ella komu í yvirtalsstøður í kontrafasuni, og tað mundi í roynd og veru bert vera eini væl leikandi Agné Masenaite at takka, at tapið hjá Stjørnuni ikki gjørdist enn greiðari, enn endaliga støðan sigur.
Við sigrinum syrgdu VÍF fyri, at tær triðja árið á rað - og fjórðu ferð í fimm ár- hava bílagt sær atgongumerki til steypafinaluna, og bara tað í sjálvum sær ber greið boð um makstøðuna, sum liðið hevur í føroyskum hondbólti. Verður spælið í finaludystinum á sama støði, er heldur einki at ivast í, at VÍF hevur allar fortreytir fyri at vinna dystin. Hinvegin hevur óstabilitetur eisini í ávísan mun eyðkent liðið í ár, og er tað nakað, sum liðið ikki hevur ráð til júst nú, so eru tað akkurát óstðug avrik. Men endaliga svarið til tann spurningin má so bíða í enn eina viku.
Dysturin í tølum
VÍF-Stjørnan 29-19 (15-8)
VÍF í finaluna við samanlagt 46-37
Málskjúttar:
VÍF: Nicoleta Radu 9, Jacklin Durhuus 6, Sóley Mikkelsen 4(3), Nicolina Eyðbjørnsdóttir 4, Fríða Marjunardóttir 2, Alis Høghamar 2, Hertha Simonsen 1, Sára Jógvansdóttir 1
Stjørnan: Danijela Ercevic 10(5), Natasha Stamenkovic 3, Una Olsen 3, Davina Sundskarð 1, Bára S. Klakstein 1, Jastrid Gullaksen 1
Brotskøst: VÍF 4, Stjørnan 6
Útvísingar: VÍF 2, Stjørnan 3
Dómarar úr Kyndli: Hannis Wardum & Eyðun Samuelsen. Høvdu allatíðina tamarhald á, uttan at hava tørv á teimum stóru armsveiggjunum.










